Breið politisk semja um eina fiskivinnunýskipan - at vísa samfelagsábyrgd

Uppskotið hjá samgonguni um nýggja fiskivinnunýskipan nærkast nú málstrikuni. Politiska skipan okkara hevur seinastu árini flutt hetta týdningarmikað mál undan sær og ikki víst ábyrgd, tá talan er um okkara høvuðsvinnu

Tilrættaleggingin av fiskivinnunýskipanini
1. januar 2018, tá øll loyvini ganga út, er beint um hornið. Vit kunnu leingja loyvini, men tað loysir ongan trupulleika - og vit hava havt 10 ár til at funni røttu skipanina.

Tað, sum hevur gjørt tilgongdina trupla, bæði hjá politisku skipanini og almenninginum at fylgja við, er mátin man hevur valt at loysa hetta stórmál. Ein samlaður pakkið, hvar øll broytingin er undir einum - alt ella einki.

Tosar tú um uppboðssølu ella útlendskan ognarskap, svarar ein aftur um kvotur ella fiskidagar (spurt verður í eyst og svarað verður í vest). Bæði almenningurin og politiska skipanin hevur  trupult at fyrihalda  seg til og seta seg inn í einstøku lutirnar hvør sær, fyri síðan at seta tað inn í ein størri og endaligan samanhang.

Týðandi broytingar í lógaruppskotinum
Broytingarnar, sum hava fylt nógv, fyri at nevna nakrar, eru útlendskur ognarskapur og fiskidagaskipanin, sum partvís skal broytast til eina kvotaskipan. 

Hvat fiskidagaskipanini  viðvíkur  kunnu vit staðfesta, at henda skipan eftir meira enn 20 árum ikki hevur megnað at fingi okkara fiskastovnar á tað støðið, sum teir hava verið og áttu at verið.

Um tað er skipanin, sum er torfør at umsita ella tey fólkini, sum hava umsitið hana eru trupulleikin, skal eg ikki gera meg klókan uppá. 

Men staðfestast kann, at hvørja ferð fiskidagarnir skuldu ásetast í Tinginum, sum teir skulu áðrenn 18. august var tingsalurin meira líkur einum veljarafundi enn einum tingsali, sum skal viðgera lógarsmíð.

Sig tingini nóg ofta, og øll halda, at so er. Tað verður ført fram, at vit hava roynt eina kvotaskipan og at hon var óbrúkilig. Er tað nú rætt? Vit royndu eina kvotaskipan í knapt 2 ár. Tá hon veruliga skuldi standa sína roynd, tí fiskiskapurin tók seg uppaftur, bleiv henda skipan avtikin og fiskidagaskipanin sett í verk. Ein skipan, hvar vit meira ella minni hava fiskað frítt - tí halda flestu fiskimenn, sum eru veiðimenn, at hetta er rætta skipanin. 

Tað, sum kundi verið  áhugavert at vita við broytingini frá kvotum til fiskidagar er, hvussu høvdu okkara fiskastovnar verið fyri um vit høvdu eina kvotaskipan? Henda spurningin kunnu vit bara gita um, vælvitandi um, at tær náttúrugivnu umstøðurnar eisini eru viðkomandi, men hesin spurningur ferð til allar tíðir at standa ósvaraður.

Núverandi skipan hevur havt ríkiligt av tíð til at staðfesta vánaligu støðuna hjá okkara botnfiskastovnum. Heldur enn at gjørt neyðugar tillagingar og veruliga roynt  fiskidagaskipanina, sum hon var ætlað, hevur okkara politiska skipan klára at gjørt okkara fiskivinnuskipan til politiska kastibløku við politiskum vinningi fyri eyga, og valt tí lættastu loysnina. Lata standa til.

Nú øll tosa um umsitingarætlanir, stóð henda eisini í samgonguskjalinum hjá undanfarnu samgongu. Umsitingarætlanir skulu tryggja, at vit lívfrøðuliga ikki taka meira úr okkara stovnum enn teir tola. Tað, sum er áhugavert við hesum ætlanum er, hvussu tær fara at verða móttiknar um tær verða settar í verk.

Líkamikið um tað verður ein kvotaskipan ella fiskidagaskipan, so ferð henda skipan at ávirka fiskiskapin á nærleiðum í líka stóran mun, sum kvotaskipanin gjørdi. Stóra takið verður, hvat gera vit fyri, at stovnurin kemur fyri seg aftur, ella hvør hevur rygg/dirvi til at gera tað, sum er neyðugt. Stovnarnir koma ikki fyri seg frá einum degi til annan, tí vit velja eina aðra skipan - men við at lata vit og skil ráða og vóna, at náttúran er við okkum.

Útlendskur ognarskapur
Hvat útlendskum ognarskapi viðvíkur eru nógvar meiningar og boð. Tey flestu, sum halda, at tað er rætt við útlendingum í fiskivinnuni, taka útgangsstøðið í týdninginum við kapitali og vitan. Vitan at fiska, framleiða og selja okkara tilfeingi, sum um at hetta er nakað nýtt fyri føroyska fiskivinnu.

Tú fært tað fatan, at tað er útlendskur ognarskapur, sum hevur ført føroyska fiskivinnu og føroyska samfelagið fram til dagin í dag við síni vitan. Hetta man verða mangul uppá betri vitan. 

Um vit fara 15 ella 50 ár aftur í tíðina, og gera eitt stutt søguligt yvirlit og taka Barentshavið sum dømi. Hvør átti skipini, sum fiskaðu í Barentshavinum? - føroyingar. Hvør hevur upp ígjøgnum tíðina ment henda flotan við nýggjum skipum? - føroyingar. 

Tey fyrstu árini var framleiðslan saltfiskur, sum var størsti eftirspurningur, tá í tíðini. Seinni í sekstiárunum ella fimtiárunum, fóru vit at freimleiða frystivørur sum liðugtvørur. Skulu vit takað saman um. Vit áttu skipini sjálvi, vit fiskaðu framleiddu og seldu sjálvi - avkasti kom øllum tí føroyska samfelagnum til góðar.

Um vit sleppa fortíðini, sum er góð at kenna áðrenn vit koma fram til nútíðuna og framtíðina. Hvør eigur størsta partin av Barentshavsflotanum? - útlendingar. Hvør selur fiskin? Hvør er í stóran mun framleiðslan í dag? Heysaður og blokkfrystur toskur, sum verður koyrdur í bingjur, fyri síðan sendur av landinum at framleiða, ella tað, sum verri er, fiska upp á akkord, og leggja veiðina upp uttanlanda. Enniberg er tann einasti, sum framleiður alla sína kvotu umborð. Hetta kann ikki lýsast annarleiðis enn, at vit eru blivnir rávøruveitarar. 

Um veruligi trupulleikin fyri føroyska samfelagið, sum fleiri pástanda, er, at vit ikki hava vitan og kapital til 70.000 tons av alifiski og 4-500.000 tons innan fiskivinnuna, so er hetta ein samfelagsligur trupulleiki, sum átti at verði tikin upp skjótast tilber, við útgangsstøði í, hvussu skal okkara samfelag út frá einum vinnuligun sjónarmiði skal síggja út í framtíðini.

Fyri nøkrum vikum síðan viðmerkti Sjúrður Skále í Fólkatinginum ætlanirnar hjá grønlendingum um at minka talið av føroyingum í grøndlendsku fiskivinnuni. Tað gingu ikki nógvir dagar til viðmerking kom úr Grønlandi um, at Sjúrður Skála skuldi blanda seg uttanum hesi viðurskifti.

Hvat nýskipanaruppskotinum hjá okkum viðvíkur, hava eisini  útlendskar atfinningar verið, um ætlanirnar hjá landsstýrinum um útlendskan ognarskap verða samtyktar. Úttalilsi um endurgjald um útlendingar verða koyrdir út úr føroysku fiskivinnuni. Hetta kann ikki lýsast annarleiðis enn tann fullkomnið frekleikið. Men ongin viðmerking, um at blanda seg uttanum føroysk viðurskifti.

Breið politisk semja
Tað eru fleiri skilagóð fólk, sum tosa um breiðu politisku semjuna. Trupulleikin er bara, at vit tosa ikki fiskivinnupolitikk út frá einum samfelagsligum sjónarmiði. Seinastu tíðina hevur kjaki verið um, hvør missur og hvør fær.

Núverandi aktørar í vinnuni, sum næstan fløkjast um beinini á hvørjum øðrum, tá talan er hoyringar í nevndum, hoyringarskriv og ikki minst, tá talan er um at greiða frá sínari støðu í miðlinum, vilja verja síni rættindi - ongin vil so mikið sum av við molarnar á borðinum.

Hóttanir um, at hendir hetta, so verður avleiðingin hatta. Til hetta er at siga, at fer ein hurð aftur, kann ein onnur fara upp. Hetta hevur verið galdandi í gjøgnum allar tíðir, tá talan er um vinnulív.

Okkara politiska skipan er um at fara í upploysn, tá talan er um fiskivinnunýskipan. Flest allir flokkar hava trupulleikar - ongin undantikin. 

Persónlig, politisk og lokal áhugamál hava stórri týdning, enn at fáa eina skilagóða breiða politiska semju. Vetorættur verður brúktur um tað gongur økjum ella persónum ov nær. 

Eri ikki samdur í øllum uppskotinum hjá landsstýrinum, men tað, sum eg her havi nevnt, kundi eg, og helst fleiri við mær kunna tiki undir við. Tí er tað óheppið, at man frá fyrstan tí valdi ein leist, hvar nýskipanaruppskotið ikki var í fleiri pørtum. 

Samdur við Skorheim ella ikki, politikkur er at fáa ávirkan og finna loysnir. Alternativið er onki at gera og bara vera ímóti - men tað hevur eisini avleiðingar. 

Eivin Jacobsen