BP ger semju eftir oljuvanlukku

Bretski oljuframleiðarin BP hevur gjørt eina miljardasemju við amerikonsku oljufyritøkuna Anadarko eftir oljuvanlukkuna í Meksikanska Flógvanum fyri hálvumøðrum ári síðani.


Semjan ber í sær, at Anadarko rindar BP 4 mia. dollarar (umleið 22 mia. kr.) sum part av gjaldinum fyri uppruddingina, eftir at oljuboripallurin Deepwater Horizon sprongdist og sakk í apríl í fjør.


Anadarko skal sostatt bert rinda umleið helvtina av tí, BP upprunaliga kravdi í endurgjaldi. Samstundis sleppur Anadarko ætlanum sínum um at saksøkja BP, sum verður ákært fyri at hava kveistrað ein hóp av trygdartiltøkum til viks.


Semjan fekk beinanvegin partafelagskursin hjá BP at hækka á keypskálanum í London.


Uppruddingin kostar 42 mia. dollarar


Anadarko eigur 25 prosent av oljubrunninum Macondo, har óhappið hendi. Tí hevði Anadarko skyldu til at gjalda ein fjórðing av teimum stívliga 40 mia. dollarunum (215 mia. kr.), sum tað hevur kostað at rudda upp eftir oljuvanlukkuna.


BP sigur, at samlaða rokningin fyri oljuvanlukkuna, ið er tann ringasta í Meksiko Flógvanum nakrantíð, helst verður 42 mia. dollarar ella útivið 230 mia. kr.** Deepwater Horizon-vanlukkan elvdi til, at miljónir av litrum av ráolju runnu á sjógv, sum førdu til umfatandi dálking av amerikonsku suðurstrondini.


Kelda: www.sev.fo