Botnhitin á Landgrunninum 2015-2016
Um mánaðarskiftið august-september 2016 las Magnus Heinason hitamátingar frá tveimum mátarum, sum vórðu lagdir niður á botn í oktober 2015.
Hvør mátari liggur í eini rammu, sum P/f Nomatek hevur gjørt til at verja móti troli. Hitin verður mátaður hvønn tíma og goymdur í mátaranum. Hvørja ferð Magnus er á staðnum kann hann lesa mátingarnar við at hava ljóðsamband við rammuna niðri á botni (sí heimasíðutíðindi 13. jan 2015).
Á myndini sæst miðalhitin hvønn dag niðri við botn á hesum báðum støðum saman við hitanum á Oyrargjógv, har vit hava mátað í nógv ár. Hitin úti á rammunum sæst at vera nógv meiri óregluligur enn tann væl blandaði sjógvurin inni á grunnum.
Hetta sæst serliga tíðliga í juli 2016 norðanfyri, har hitin tann eina dagin (4. juli) var nógv kaldari enn vanligt. Hetta er helst kaldur sjógvur úr dýpinum norðanfyri, sum hevur sníkt seg inn á grunt í nakrar tímar; men vanliga vísa rammurnar hitan í Atlantssjónum, sum rekur fram við okkum (“Golfstreymurin”).
Á hesum dýpum broytist hann ikki so nógv við árstíðini. Á Oyrargjógv er hitin nógv meiri tengdur at luftini. Um veturin kølir hon tær innaru grunnu leiðirnar, og um summarið hitar hon tær. Vit síggja eisini, at Oyrargjógv og tær grunnu leiðirnar í vár (2016) vóru nakað kaldari enn úti á rammunum.
Hetta er vanligt; men hitamunurin kann vera ymiskur frá einum ári til annað. Mangt bendir á, at hitamunurin millum tær innaru og ytru leiðirnar um várið hevur stóran týdning fyri gróðurin og alt annað lív í sjónum. Í vár var hesin hitamunur eftir øllum at døma ikki serliga stórur, og tað kann vera ein grundin til, at gróðurin heldur ikki var tann besti.