Bøtið um trygdina heima!

- ja, tað er neyðugt at vísa á vandan, tí vit halda mangan, at skaðin rakar grannan!?

Í fyrru helvt av 90´unum, var alt hetta viðvíkjandi fyribyrging ikki tað stóra, men vit vóru nøkur, sum veruliga vildu fáa boðskapin út til borgararnar.

Eg leggi onki í, um onkur vil siga, at nú er hann aftur við hesum, men onkursvegna SKAL hetta sigast upp í saman, tí vit hava lyndi til at gloyma og ikki síggja tørvin ella vandan.

Tað eru nokk ikki nøkur hagtøl, men eg trúgvi og vóni, at hetta arbeiðið hevur bjargað onkrum!?

Lat okkum minnast:
• Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum 
   – 1. desember á hvørjum ári.
• Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi.
• Havið eitt brandteppi á høgligum stað.
• Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.
• Leggið eina ætlan fyri, hvørja rýmingarleið tit eiga at velja.
• Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum.
• Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.
• Nýtið altíð eldfastar stakar.
• Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði.

GEVIÐ GÆTUR!!
• Ansað VÆL eftir, at vatn ikki stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, 
   og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.
• Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.

• Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.
• Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari.

FÝRVERK!!
• Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a.
• Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.
• Nýt trygdarbrillur!

Vinarliga

Fríðálvur A. Jensen