Bót til Bata skipar fyri hugnaløtu mánakvøldið 28. november kl. 19.00
Bólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu fyri kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba.
Turið Horn, forkvinna í Bót til Bata, fer at siga frá, hvussu tað var at verða rakt av bróstkrabba. Høvi verður eisini til prát og hugnaliga samveru.
Hugnaløtan verður mánakvøldið 28. november kl. 19.00 – 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
Tiltakið er ókeypis
Vinarliga boða frá luttøku á teldupost kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959, innan mánadagin 28. november kl. 12.00.
Vinarliga
Turið Horn, forkvinna í Bót til Bata