Bót til Bata, bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

Hugnaløtan verður týskvøldið 23. februar kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Á skránni verður hugni, prát og ein drekkamunnur. 

Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.

Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.

At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at tosa um.

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.

Tiltakið verður skipað við atlitið til Korona tilmælini.

Boða frá um tú ynskir at luttaka, í seinasta lagi týsdagin 23. februar, kl. 12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo