Fríggjadagin fór borifelagið Hekla Energy undir at bora eftir jarðhita í undirgrundini í Kvols uttanfyri Viborg í Danmark.
Borurin skal niður í 2.800 metra dýpd, sum tekur umleið 35 dagar, og hetta er samstundis fyrsta av tilsamans átta boringum, sum helst skulu vátta úrslitið av rættiliga nógvum undankanningum, at nógmikið av heitum vatni er í dýpinum - niður í 2.600 til 3.600 metrar.
Av teimum fýra boringunum skulu tær fýra brúkast til at spræna vatn niður í "feltið", meðan hinar fýra skulu útvega tað 74-75 stig heita vatnið.
Og um alt gongst sum ætlað, skal hiti vera á verkinum longu næsta vetur, skrivar ing.dk.
450 mió. kr.
Jarðhitaverkætlanin hevur Viborg Fjernvarme sum størsta partnara og skal útvega hita til 16.500 brúkarar í Stoholm, Løgstrup, Skals og Viborg. Kostnaðurin av hesi stóru verkætlanini liggur um 450 miljónir krónur.
Verkið hevur verið leingi ávegis. Stigtakarin, Sigurd Solem frá Dansk Geotermi Aps, fór undir verkætlanina í 2005, og síðani er tíðin farin við fyrireikingum og seismiskum og øðrum jarðhitakanningum, ið kundu gera partarnar so tryggar sum gjørligt upp á, at umstøðurnar vóru rættar til gagnnýtslu av jarðhita.
Og so seint sum miðjan januar fekk verkætlanin endaligu góðkenningina til leitingina og framleiðslu av jarðhita.
Verkið verður sambært Sigurd Solem tað størsta av sínum slagi í Evropa og fer at kunna framleiða 32 MW um tíman – ella 280.320 MWh um árið.
Trý onnur jarðhitaverk eru í Danmark - í Sønderborg, á Amager og í Thisted.
Kelda: www.sev.fo