Børnini hava ring kor á Psykiatriska deplinum
Frágreiðing viðvíkjandi umstøðum hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin
Umboðsmaðurin hevur gjørt eina kanning av umstøðunum hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin. Kanningin er gjørd i framhaldi av eftirlitsvitjan hjá umboðsmanninum á Psykiatriska deplinum tann 20. oktober 2016.
Við útgangsstøði í rættindum hjá børnum eftir Barnarættindasáttmálanum hevur umboðsmaðurin kannað m.a. viðurskifti viðvíkjandi kunning og hoyring av børnunum, ítriv, undirvísing, starvsfólkaførleikar, nýtslu av tvingsli móti børnum undir 15 ár og tilboð um búpláss og stuðul aftan á innlegging.
Umboðsmaðurin mælir m.a. til, at børn ikki verða innløgd saman við vaksnum, at atlit verður tikið at serligu umstøðunum og tørvinum hjá børnum, at Psykiatriski depilin fær eitt tvørfakligt toymi við serkunnleika um etingarólag, at rættartrygdin verður betrað hjá børnum undir 15 ár, sum koma fyri tvingsli, og at neyðug búpláss og stuðul eru til taks til børnini, tá tey verða útskrivað.
Umboðsmaðurin heldur samanumtikið, at umstøðurnar als ikki eru nøktandi fyri tey børn, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin. Frágreiðingin er tí, samsvarandi § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini, send formansskapinum í Løgtinginum, løgmanni, landsstýriskvinnuni í almannamálum og landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum. (LUM 16/00112)
--------------
Í fleiri ár hevur umboðsmaðurin gjørt hesar kanningar av umstøðunum á Psykiatriska Deplinum. Hendan støðan stendur við, at har er altíð graverandi umstøður hjá umboðsmanninum, at gera vart við. Inntil næstu ferð, sama umberingin ljóðar: "Eg taki støðuna til eftirtektar".
Nú spyrja tey flestu, hvussu leingi aftrat, hesar umstøður kunnu standa við og versna á Psykiatriska Deplinum,
Redaktiónin.