Í menniskjum góður tokki 16. desember.
Í samband við tiltakið “í menniskjum góður tokki”, hava børnini sum ganga í Frítíðaransingini á Gásamýri, tikið stig til at samlað pening inn til tiltakið.
Børnini, sum eru í aldrinum 7 til 9 ár, hava í hesum sambandi, saman við leiðararanum og starvsfólkunum, skipað fyri einum “dekoratiónsdegi”, har børnini hava gjørt smákøkur og jólaprýði, sum tey hava latið til foreldur o.o. fyri eina samsýning.
Tiltakið gav kr. 1.428,50