Borgarstjórin boðar frá: Skoytubreytin letur uppaftur

Eftir at hava roynt Skálatröð í tvey ár er ætlanin, at í ár skal skoytubreytin setast upp á parkeringsøkinum á Vaglinum.


Hetta merkir, at nøkur fá parkeringspláss verða tikin til breytina á Vaglinum. Hinvegin verða fleiri enn 40 tøk á Skálatrøð, sum annars høvdu verðið tikin til Íshøllina. Hetta umframt, at fleiri pláss verða gjørd tøk í gongugøtuni og í nærumhvørvinum annars.


Nógv verður gjørt við at hugna kring vøllin og at gera alt økið so jólaligt og hugnaligt sum gjørligt. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum og tónleiki við breytina.** Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at arbeitt verður í løtuni við at fyrireika uppsetingina av skoytubreytini, sum skal standa klár innan mánaðarskiftið.


Staðsetingin av høllini er gjørd í samráð við handilslívið í miðbýnum.


Eini 25.000 fólk hava vitjað vøllin á hvørjum ári.