Spurningurin um kommunusamanleggingar er fløkjasligur og eru borgararnir í Eysturkommunu ymiskir á máli um, hvør ella um nøkur samanlegging er tann rætta. Hetta kemur m.a. fram í stórari trivnaðarkanning í Eysturkommunu. Hetta og nógv annað sleppa borgararnir at hoyra um mánakvøldið 06. februar.
Lóður gjørdi, vegna Eysturkommuna, eina stóra trivnaðarkanning millum borgaranar í kommununi í novembur 2011. Tað hevur stóran týdning fyri tey, ið mynda kommuna, at borgararnir eisini sleppa at síggja og hoyra um úrslitini. Í tí sambandi verður skipað á borgarafundi mánakvøldið tann 6. februar 2012 kl. 19:00 í bygdarhúsinum í Leirvík.
Umboð fyri Lóður leggja úrslitini fram, og borgarstjórin kemur eisini at hava eina framløgu. Jón Eliasen úr Leirvík og Elinborg Pálsdóttir úr Gøtu, koma at undirhalda við tónleiki.
- Fyri okkum, ið dagliga mynda Eysturkommunu, hevur tað stóran týdning at vita hvørja áskoðan og støðu borgarin í kommununi hevur til alskyns viðurskiftir. Tí avgjørdu vit at gera eina kanning, fyri at greina nærri, hvør fatanin hjá borgarunum í kommununi er til tær tænastur kommunan veitir, og ikki minst til spurningin um kommunusamanleggingar.
- Kanningin vísir okkum, at borgarin er sera væl nøgdur við tær grundleggjandi tænasturnar kommunan veitir. Tó eru fleiri viðurskfitir, sum borgarin metir kommunan skal gera betri, og tað eru m.a. tey viðurskiftini, ið eisini verður kunnað um á borgarafundinum, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Talan er um eina kanning, ið gevur nakrar ábendingar og lýsir ymiskar samanhangir. Kanningin skal brúkast sum grundarlag fyri arbeiðinum í sambandi við tær nógvu avbjóðingar, ið liggja fyri framman.
- Síðani Eysturkommuna var stovnsett, hava vit merkt, at fjarðstøðan millum kommunu og borgara er økt, ímun til tað hon var áðrenn. Hetta vil kommunan fegin broyta uppá, og er kunning um tílíkar kanningar á boragarafundum eitt gott høvi til tað, sigur Jóhan Christiansen.
Eysturkommuna