Hesa
komandi vikuna, eru fýra føroyskir borðtennisspælarar í spanska býnum Alicante, har teir fara at
luttaka í EM í borðtennis. Tey, sum umboða Føroyar, eru Fróði Fríðason Jensen,
Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja Hilduberg Djurhuus.
Venjari er danin Simon Nykjær-Fisher.
Tað er
stinn mótstøða, sum bíðar føroyingunum í Spania. Møguliga koma tey at hitta
nakrar spælarar av egnum støði, men tey kunnu vænta at møta spælarum úr
heimselituni, tí hægst styrkismettu spælararnir í hvørjum bólki plaga vanliga
at vera spælarar úr topp 100 í heiminum.
- ”Summir dystir vera meira eitt
upplivilsi enn nakað annað, men vit satsa uppá at taka onkrar sigrar ímóti
teimum veikaru spælarunum” sigur ein av landsliðsleikarunum, Hallur
Thorsteinsson, í tíðindaskrivi frá Borðtennissambandi Føroya.
Næstseinasta
vikuskifti vóru teir fýra føroysku spælararnir á venjingarlegu í Danmark. Venjingarnar fóru fram undir leiðslu av landsliðsvenjaranum, danska
Simon Nykjær-Fisher. Spælt varð í hølunum hjá Amager BTK, har Fróði Fríðason
Jensen og Hallur Thorsteinsson hava sína dagligu gongd.
Við á ferðini í Spania verður eisini
formaðurin í Borðtennissambandi Føroya, Andras Nolsøe, sum fer á aðalfund hjá
evropeisku borðtennissamgonguni, ETTU. Á skrá er millum annað álvarsmál, sum
kann fáa týdning fyri HM- og EM-luttøkuna hjá smátjóðum so sum Føroyum.
Føroyska ferðalagið hevur verið savnað í
Keypmannahavn undan fráferðini. Sjálv EM-kappingin byrjar týsdagin og heldur
áfram til sunnudagin. Kappast verður í einmansleiki, tvímansleiki og í blandađum
tvímannsleiki.