Bókin um Nólsoyar Páll løgd fram í Klaksvík

Røða í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík 24. oktober 2018 kl. 19.30 til framløguna av 2. útgávu av bókini um ættarsambandið við Nólsoyar PállVit eru komin higar at fegnast um, at vit við at virka saman hava fingið út bókina um ættarsambandið við Nólsoyar Páll.

Tað er Nólsoyar Páls Grunnurin, har Anfinn Kallsberg, Hans Tausen Olsen og Petur Nolsø eru nevndarlimir, sum hevur tikið stig til at fáa hesa bók út aftur, nú fyrsta útgávan eftir Onnu Fíu í Vági var útseld. Hildið var, at so kundu vit nýta hetta høvi til at fáa bókina dagførda og seta eitt navnayvirlit í hana. 

Fleiri túsund fólk eru í ættini, so ringt er at greina hana, og tí var hildið, at hetta mátti síggjast á prenti. Roynt var at fáa skilafólk í ættini at greiða frá tí tey vistu, og tey settu onnur í gongd. Hesi fólk hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa alt upp á beint, og skulu tey hava stóra takk fyri sítt lutverk. 

Tey hava ikki havt tað lætt, tí myndugleikarnir eru ikki serliga samstarvsfúsir. Kirkjubøkur kunnu ikki nýtast fyrr enn eftir 80 árum, landsfólkayvirlitið er ikki alment atkomiligt, og hóast øll deyðsboð koma í útvarpið, so ber ikki til frá teimum at fáa eitt heildaryvirlit yvir tey, sum eru deyð síðan fyrst var sent í 1957. Tí skulu øll tey, sum við at spyrja seg fyri í ættini hava greitt mangar fløkjur, hava almikla takk fyri tað ótrúliga arbeiði, sum tey hava gjørt. 

Mítt egna lutverk hevur ikki verið øðrvísi enn tað hjá einum postboði. Fróðarfólkini sendu teldubrøv til mín, og eg sendi tey víðari. Tað er prentsmiðjan Gramar sum hevur sett bókina upp, lisið rættlesur og fingið bókina prentaða. Har hevur John Dalsgarð verið raskur, og hann er eisini við í bókini! 

Nógv er gjørt fyri at fáa alt so rætt sum møguligt, men einki mannaverk er lýtaleyst, og tað er henda bókin heldur ikki. Vit skulu biðja tykkum orsaka mistøk okkara. Kemur onkur fram á okkurt, sum er atfinningarsamt, verður biðið um at boða grunninum frá sum skjótast, so tað kann verða rættað í næstu útgávu.

Tað er ein bærilig bók, sum er komin burtur úr felags stríði okkara. Tróndur Patursson hevur gjørt kápumyndina eftir tí hann heldur Royndin Fría hevur sæð út. Tað hevur kanska hjálpt honum, at hann er langabbasonur Jóannes bónda, sum var langabbasonur Nólsoyar Páll. Vit hava eisini fingið Erling Isholm at gera ein navnalista, so bókin er væl nýtilig sum handbók.

At hava fyrstu framløguna í Klaksvík er øll orsøk til. Appolonia, yngsta dóttirin, var fødd og búði her, og er hon formóðir fýra fimtingar av eftirkomarunum Páls. Tað var eisini her, Nólsoyar Páll fekk í lag Føroya fyrsta reiðarí. 

Síðani er nógv broytt her á landi, men eitt er tað sama sum tað var í hansara tíð: reiðarar í Klaksvík hava framvegis nógva mótstøðu frá myndugleikunum. Nólsoyar Pálli kostaði hetta lívið, men tíbetur hava aðrir fingið neistar frá tí kyndli, sum hann var tann fyrsti at hevja hátt. Tí liva vit enn í hesum landi og kunnu minnast Nólsoyar Páll, eina av okkara størstu fyrimyndum.

Nú skal eg handa fyrsta eintak av bókini til Anfinn Kallsberg.  

Zakarias Wang