Bókin hjá biskupi kemur út í dag

Í dag kemur bókin “Kertur loga stillar løtur” eftir Jógvan Fríðriksson, biskup, út í handlarnar. Hetta eru lestrar, sum biskupur hevur havt á Vágaportalinum seinastu gott 2 árini.


Í dag kemur bókin “Kertur loga stillar løtur” eftir Jógvan Fríðriksson, biskup, út í handlarnar.


Hetta eru lestrar, sum biskupur hevur havt á Vágaportalinum seinastu gott 2 árini, undir tí sum á Vágaportalinum verður rópt Vágaskjáttan.


Í fororðinum til bókina, sigur biskupur millum annað, at tað hevur verið honum ein frægd og gleði at skriva lestrarnar.


- Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga eitt orð um Jesus og vera góður við menniskju.


- Áhugavert er tað, at lestrarnir eru lisnir og hava givið afturljóð. Virðingin fyri lesaranum er stór og endurspeglast í ávísari eyðmýkt yvir fyri uppgávuni, skrivar Jógvan Fríðriksson millum annað í fororðinum til bókina.


"Kertur loga stillar løtur" er knappar 200 blaðsíður og í stívari permu.


Sonni Jacobsen hevur umbrotið bókina og sett permuna upp. Permumyndina hevur myndamaðurin, Jógvan Helgi Hansen, tikið.


Tað er Vágaportalurin, sum gevur bókina út.