Alment tiltak, sum Bókavarðafelagið skipar fyri, verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin 12. november 2011, klokkan 14 til 16.30.
Á skránni eru fyrilestrar og kjak um leiklut og menningarmøguleikar hjá føroyskum bókasøvnum.
Høvuðsrøðari á tiltakinum er Henrik Jochumsen, lektari í Innovativ Biblioteksudvikling á Det Informationsvidenskabelige Akademi í Danmark. Heitið á hansara fyrilestri er Bókasøvn – nýhugsan og menning, har hann m.a. kemur við boðum uppá, hvussu bókasøvn kunnu rúma nýggjum virksemi, luttaka í nýggjum partnaraskapum og fáa nýggj sambond við brúkarar.
Eisini verða styttri innlegg frá Maluni Marnersdóttir, professara í bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Anniku Egholm, leiðara á Klaksvíkar bókasavni, Svend Højgaard, leiðara á Býarbókasavninum í Havn og Erhardi Jacobsen, leiðara á Føroya landsbókasavni. Hesi fara at røða um avbjóðingar og møguleikar sæð frá teirra støðu. At enda verður høvi at seta spurningar, gera viðmerkingar og kjakast um evnið.
Tiltakið, sum er ókeypis og ætlað øllum áhugaðum, verður hildið í sambandi við, at tað í ár eru 25 ár síðan, Bókavarðafelagið varð stovnað.