Bókakafé við Trygva Danielsen á Býarbókasavninum

Hóskvøldið 13. mars kl 19 verður aftur bókakafé á Býarbókasavninum. Gestur hesaferð, verður ungi rithøvundurin og tónleikarin Trygvi Danielsen, sum gav út sína fyrstu bók í fjør, The Absent Silver King, eitt savn av yrkingum, stuttsøgum og sangum.


Í januar varð Trygvi heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins til ungt listafólk.


Hóskvøldið fer Trygvi, umframt at framføra, eisini at samrøða við Vónbjørt Vang um bókina og ymiskt annað.