Bókakafé á Býarbókasavninum

Manglar tær íblástur til vetrarlesnað? Kom á bókakafé á Býarbókasavninum hósdagin 30. november kl. 17.

Vetrartíð er lesitíð, men kanska manglar tær íblástur til hvørja bók, tú skalt fara í holt við í vetrarmyrkrinum?

Á vetrarbókakafé geva bókavørðir á Býarbókasavninum lesiprei til heilt røttu bøkurnar til veturin.

Bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við, og við tær heim fært tú eisini ein bókalista til íblástur.