BÓKAFRAMLØGA UM GRÓÐUR Í HAVN

Listaskálin var fyrradagin karmur um framløgu av bókini "Gróður í Havn". Eini 110 fólk vóru til framløguna. Eftir framløguna var farið ein túr í plantasjuna. Uni Arge er rithøvundur og hevði sjálva framløguna, meðan Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, helt røðu.



Marin Katrina byrjaði við at siga, at hetta bókin var
eitt arbeiði, sum Tórshavnar kommuna hevði bílagt.



- Tað er ein stór gleði fyri meg at síggja hesa vøkru bók
og hetta stóra verk liggja liðugt. Hetta er ein tiltrongd útgáva, ið vit ikki
longur kundu bíða við, og eri eg so sera fegin um at síggja úrslitið av
samstarvinum millum høvundan og okkara sera dugnaliga og nærlagda býargartnara
fest á blað.



- “Gróður í Havn” eitur bókin – men hvussu nógv vita vit
í veruleikanum um gróður í Havn?



- Vit eru nú stødd í hjartanum av býnum – í viðarlundini.
Mong eru góð við viðarlundina, og fleiri hava sína dagligu gongd her og leggja
við gleði leiðina eftir gøtunum í viðarlundini heldur enn eftir larmandi
gongubreytunum. Nøkur eru uppvaksin her í grannalagnum við viðarlundini sum
teirra spælipláss; onnur leggja leiðina gjøgnum viðarlundina á veg til og frá
arbeiði. Eisini koma fólk langvegis frá at uppliva hetta serstaka økið. Og fólk
í grannahúsinum, Hvíldarheiminum Naina, nýta nógv henda friðsæla blett til
uppvenjing eftir skurðviðgerð o.a.



 - Jú, sanniliga er heilsubót at finna her.



- Viðarlundin – er ein varði, eitt savningarstað í Havn.
Eitt savningarstað, sum vit eru góð við og errin av. Hon er vøkur, fjálg og
krókut, her vaksa alskyns sløg av trøum og runnum, og her trívist okkara
djóralív – og ikki minst vit sjálvi.



- Men eins góð, vit eru við viðarlundina, so eru tað
kortini fá okkara, ið kenna veruligu søguna handan viðarlundina og hini grønu
økini í býnum, ið koma undir “Gróður í Havn”. Tí er tað, at kommunan setti sær
fyri at fáa gongd á skjalfestingina av menningini av grønu økjunum í býnum. Men
fyritreytin var, at Tóri í Hoyvík, ið hevur verið býargartnari í Tórshavnar
kommunu seinastu 36 árini, og sum kennir hvønn blett í býnum, vildi ganga á
odda í hesum arbeiði. Og mín fatan er, at samstarvið teirra millum,
býargartnaran og høvundan, hevur verið fyrimyndarligt - úrslitið síggja vit her
í dag.



 - Ikki tykkum at siga, er tað av alstórum týdningi hjá
kommununi at varpa ljós á grønu økini. At fáa fólk at trívast og fjølgast í
býnum setur krøv til ein liviligan og fjølbroyttan bý. Tað er óneyðugt at vísa
á kanningar aðra staðni frá, ið staðfesta, at grøn øki skulu til, fyri at fólk
trívast. Tí leggur kommunan seg eftir at menna og leggja til rættis alsamt
fleiri grøn øki.



- Í samgonguskjalinum hjá sitandi býráðsmeiriluta, sum
tók við á nýggjárinum í fjør, varð avgjørt, at grøni parturin skuldi raðfestast
frammarlaga, og tí siga vit soleiðis orðarætt í samgonguskjalinum: “Tey grønu
økini og frílendini í kommununi verða varðveitt og náttúrufriðað. Tey skulu
verða meira atkomulig við høgligum lendisgøtum. Kommunan eigur eisini, eftir
miðvísari ætlan, at planta fleiri trø og lýsa skógfriðað øki.”



- Vit arbeiða áhaldandi fram eftir hesum leisti, m.a. við
at skógarfriða øki, at økja  játtanina
til gróðurseting og lendisgøtur, at veita serstaka játtan til gøtuna kring
Havnina og fiskastykkið Yviri við Strond og at orða ein træpolitikk. Vit ynskja
framhaldandi, at Havnin og kommunan eru grøn. Tí fara vit at seta mál fyri, at
trøini verða fleiri, og at tryggja góð vakstrarlíkindi fyri verandi og
nýplantað trø.



- Havnin er ein grønur býur við margfeldni av grønum
býarrúmum og náttúruupplivingum. Her hava trøini ein stóran leiklut og eru tey
við til at gera Havnina til ein grønan bý. Trøini eru við til at seta dám á
býin og styrkja samleikan við býargøtur, býarpartar, lundir o.s.fr.



- Ájavnt fólkavøkstrinum økist trýstið á lendi til
bygging av bústøðum, til vinnuna, stovnar, vegir o.s.fr. Við einum miðvísum
træ- og lendispolitikki fer kommunan at tryggja, at bæði nýggj og gomul trø í
kommununi verða raðfest frammarlaga, somuleiðis frílendi, grønir geirar og
lundir, tó uttan at hetta darvar býarmenningini. Vit vilja framhaldandi hava, at
fólk kenna Havnina sum ein grønan bý.



- Trøini eru bæði ikonisk og arkitektonisk og gera tey
sítt til at geva býnum eyðkenni. Eisini eru tey við til at bøta um og skapa
natúrliga og sálarliga heilsu, ið eggjar til rørslu, betri sinnalag, betri
heilsu, tey eru fyribyrgjandi og minka um strongd. Trøini skapa lívfrøðiligt
margfeldni, við skordýrum, smákyktum, soppum, plantum, ríkum fuglalívi – alt
sum krevst, fyri at vit hava eitt sunt grønt øki.



- Søgan um býarfríðkanina í Havn, sum Uni Arge fer at
siga frá um eina løtu, fevnir yvir fleiri enn 200 ár aftur í tíðina, og sum
býráðslimur og forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini eri eg errin av, at
Tórshavnar kommuna hevur verið undangongukommuna á træplantingarøkinum, og at
kommunan at kalla hevur verið við frá byrjan.



- Men tað, vit ongantíð mugu gloyma, er, at einki kemur
av sær sjálvum, og at vit minnast og virða tey, ið undan gingu. Takk til
undangongufólk, sum slóðaðu fyri, takk fyri viðarlundina, tað samanhangandi
frílendið av Boðanesi, Hoydalar, niðan á Ternurygg og í Villingardal,
Prestlágna, Sandagerð, Havnardal og allar hinar perlurnar kring kommununa. Og
somuleiðis takk til allar teir borgarar og einstaklingar, ið av sínum eintingum
hava sett niður og hava sæð eitt virði í at hava grønar urtagarðar og tún. Slíkt
ágrýtni skal ikki takast fyri givið.



- Eg vil takka høvundanum Una Arge fyri væl úr hondum
greitt arbeiði. Eg veit, at tað hevur kravt nógva tíð, tol og orku at greina
hetta stóra og spennandi økið, sum okkara gróðrarsøga er. Hann hevur verið sera
eldhugaður og nærlagdur í sínum arbeiði, so hetta er ein dýrgripur, vit fáa
litið upp í hendurnar í dag. Tilvitanin millum fólk gerst tíbetur størri og
størri, og við bókini “Gróður í Havn” verður partur av hesi vitan skjalfest,
segði Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini, at
enda.

-------------

Myndafílarnir, sum fylgja við tíðindum frá kommununi, jpeg, kunnu vit ikki brúka beinleiðis, og tá tað er ov nógv arbeiði í at umdoypa allar myndirnar, verður hetta heldur ikki gjørt. Tað hevur kommunan fingið at vita fyrr.

Men tað er orsøkin til, at bara ein tilvildarlig mynd kemur upp saman við hesum tíðindum.