Bók um samstarv millum lærarar/námsfrøðingar og sosialráðgevarar

Bókin er ein broytt útgáva av PhD-ritgerðini, ið Jóhannes Miðskarð vardi fyrr í ár. Í sínari gransking hevur Jóhannes Miðskarð kannað, hvussu lærarar/námsfrøðingar í Danmark og Onglandi samstarva við sosialráðgevarar.


Sjálvt um bókin viðger viðurskiftir í Danmark og í Onglandi, eru fleiri paralellir til viðurskiftir í Føroyum, tí í vár vóru fleiri broytingar gjørdar í føroysku barnaverndarlógini, ið hervið fylgir rákinum í lóggávuni í Danmark og í Onglandi.


Broytta føroyska barnaverndarlógin leggur upp til at arbeiða eftir einum leisti, har arbeitt verður fyribyrgjandi soleiðis, at stórir trupulleikar við børnum helst ikki skulu stinga seg upp; og um stórir trupulleikar tó stinga seg upp, verða átøk sett í verk skjótast gjørligt. Hesin arbeiðshátturin er somuleiðis at finna í lóggávuni og í kunngerð viðvíkjandi føroysku heilsufrøðingatænastuni hjá Gigni.


Í bókini eru fleiri dømir um, hvussu danskir og enskir lærarar og námsfrøðingar fáa hjálp frá sosialráðgevarum, í ávísum førum eisini frá heilsufrøðingum, til at arbeiða fyribyrgjandi.


Í bókini verður eisini nágreiniliga greitt frá áðurgjørdari gransking um tvørprofessionelt samstarv og um ástøðið hjá Hannu Arendt.


Bókin fæst í bókasølubúðum kring landið. Bókin eitur “Action and Thinking”. Tað er Roskilde Universitet, ið gevur bókina út.