BÓK UM NJÁL DJURHUUS - spennandi bók um ein spennandi mann

Óli Jacobsen, sum vit øll kenna frá søguligu persónslýsingunum í Sosialinum, skrivar bók um Reynadrongin og Havnamannin Njál Djurhuus. 

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com – Tlf +298 228314
skrivað: pjd, Glyvrar 11.02.2019

Hetta verður ein spennandi bók um ein spennandi mann, sum í sínum yngru árum valdi at fara úr einum tryggum skrivstovuyrki í Havn og til Norra at virka millum tey, sum eru ringast fyri í lokalsamfelagnum. 

Njál og konan Erna fóru í 1961 á Offiserskúla í Oslo innan Frelsunarherin, og har komu tey at hava sítt lívsstarv. Njál er framvegis virksamur innan Frelsunarherin í Norska høvuðsstaðnum, hóast hann er farin um tey sjeytifimm. Í vetur hevur Óli Jacobsen persónliga vitja Njál í Oslo, og hevur verið við honum til arbeiðis, og so statt sett seg persónliga inn í arbeiðsumstøðurnar hjá Njál, sum fyri tað mesta eru eyðkendar av menniskjum á lívsins skuggasíðu. 

At Óli persónliga hevur upplivað Njál á arbeiðsplássi hansara, kemur at geva bókini ein serligan integritet, sum vil geva lesaranum eina nærveru av bæði tí ljósa og tí myrka veruleikanum. 

KONGALIGT GULL
Njál og kona hansara Erna, sum doyði fyri trimum árum síðani, hava móttikið kongaligan heiður fyri sítt arbeiði frá Norska kongahúsinum. Ikki færri enn seks ferðir hava tey verið heiðraði við medalju, har ímillum gullmedalju frá norska konginum.  

Bókin verður umleið 200 síður við nógvum myndum, og ætlanin er, at bókin skal vera liðug komandi heyst.  Bókin um Njál verður níggjunda bókin hjá Óla Jacobsen, sum m.a. hevur skrivað bók um so navnframar føroyingar sum J.F.Kjølbro og Congotrúboðaran Dollan. Nú kemur so ein navnframur føroyngur til røðina afturat. Bókin verður ein væl egnað jólagáva undir jólatrænum 2019.  

Kristiliga Tíðindatænastan v/Poul Jóhan Djurhuus