Bogi Jacobsen nýggjur formaður

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skipað seg.

Á nevndarfundi í farnu viku skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag seg við Boga Jacobsen sum formanni. Bogi Jacobsen er stjóri á uppisjóvarvirkinum Varðanum Pelagic á Tvøroyri, har umleið 120 fólk arbeiða, og hevur sitið í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag síðan 2014.
 
Høgni Hansen heldur fram sum næstformaður.
Afturat hesum sita Atli Gregersen, Kristoffur Laksá, Jón Sigurdsson, Fróði Magnussen og Jens Meinhard Rasmussen í nevndini.
 
Aðalfundur felagsins varð hildin hin 18. mai, tá fráfarni formaðurin, Bergur Poulsen, takkaði fyri seg.
 
Til ber at lesa ársfrágreiðinga hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her: http://www.industry.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fFAG%2f2017%2f%c3%81rsfr%c3%a1grei%c3%b0ing+FAG+2016.pdf