Hin 2. november 2012 var Boðanesheimið latið kommununi. Hesar dagarnar er heimið gjørt klárt og síðstu snøklarnir fingnir frá hondini.
Nú er greitt, at fyrstu fólkini flyta inn í Boðanesheimið mánadagin tann 3. desember 2012.
Innflytingin verður skipað soleiðis, at tey 25 fólkini, sum fyri summarfrítíðina fingu boð um, at tey fingu búpláss á Boðanesheiminum, flyta fyrst inn. Ikki øll hesi flyta inn í senn, men nøkur hvønn dag.
Starvsfólk frá Boðanesheiminum koma nú at vitja øll tey, sum skulu flyta inn fyri jól. Endamálið við vitjanini er at fyrireika øll praktisk viðurskifti í sambandi innfytingina.
Innflytingartilgongdin heldur fram í januar 2013, tá ið øll tey, sum í september og seinni hava fingið boð um búpláss á Boðanesheiminum, flyta inn.
Í alt 64 búpláss eru á Boðanesheiminum.