Boblan í Havn

Nú er aftur galið í Havn, tí so nógv hús standa tóm, og nú vil býráðið, at landsins myndugleikar broyta lógina, so tey sleppa at áseta bústaðarskyldu á tey, sum eiga hús í kommununi.

Er tað ein máti at fáa meira inntøkur í kommunukassan hjá havnarmonnum?

Hatta fer ikki at broyta tað stóra. Tey siga, at so lítið lív er í grannalagnum, og hetta skal so tvinga fólk at flyta inn í summarhúsini hjá sær. Tað einasta, sum hendir er, at ein familjulimur skrásetir seg at búgva í summarhúsinum í Havn, og so skal hann gjalda skatt til Tórshavnar kommunu.

Um hatta skal verða framferðin, so er tað ikki mera enn rímiligt, at borgarar í Tórshavnar kommunu skulu flyta/ skráseta seg til at búgva í teimum ymsu kommununum kring landi, har tey eiga summarhús.

Tað er kanska ikki so býtt, tí at tað standa meira tóm hús uttanfyri Tórshavnar kommunu. So fáa tær smærru kommunurnar meira pengar í kommunukassan, sum annars høvdu endað í Havn.

Marius Høgnesen