Bob Dylan og Freddie Mercury kvøld í Spaniastovu

30. desembur kl 21 verður lagt upp til eina sera forvitnisliga konsert í Klaksvík. Á konsertini verður spælt tónleik hjá Bob Dylan og Freddie Mercury (1946-2091).


24.mai í ár vóru tað 70 ár liðin síðani skaldið, tónleikarin og sangarin Bob Dylan var føddur. 5.septembur í ár vóru 65 ár liðin síðani tónleikarin, skaldið og sangarin í Queen, Freddy Mercury var føddur.


Dyrnar læta upp kl 20.


Tónleikarar


Rani Nólsøe, gitar og sang, Páll Sólstein, klaver, og Jógvan Fróði Baldvinsson, bas. Sámal Ravnsfjall, gitar og sang, Jón Jacobsen, sang, Andras Sólstein, klarinett.


Frásøgufólk


Hanus Kamban, rithøvundi, og Bob Dylan-fjeppari heldur fyrilestur um, yrkjaran, sangaran og tónleikaran úr Minnesota.


Andras Sólstein, søgufrøðingur, tónleikari og Freddie Mercury-fjeppari sigur frá um tónleikaran, skaldið og sangaran úr Onglandi.


Søla av atgongmerkjum


Atgongumerki kunnu keypast í Leikalund í Klaksvík og Tutl í Tórshavn.


Møgulig bílegging á 457151.