Mítt hjartabarn er okkara sjúkrahúsverk.
Vit settu okkum fyri at lyfta okkara sjúkrahúsverk næstu fýra árini, tí tað var neyðugt.
Eg havi fingið tølini fyri fyrra hálvleik, sum eg havi barst fyri sum landsstýrismaður.
Ongantíð hevur okkara sjúkrahúsverk fingið so høga raðfesting sum í 2020 og 2021. Og tað eri eg bæði glaður um og stoltur av.
Framdar raðfestingar í heilsuverkinum:
• Fíggjarlig raðfesting í 2020 og 2021, tilsamans 42 mió. kr. fyri heilsuverkið, herav til beinleiðis viðgerð umleið 17 mió. kr.
Aðrar raðfestingar, t.d. uppstigan av kt-skipanum 12 mió. kr. (sambinding Apoteksverk, Cosmic og ellisheim), útbúgving av yngri læknum 3 mió. kr., fíggjarstýring og hagtalseind 2,8 mió. kr.
Tølini tala fyri seg!
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður í heilsumálum