Bjørn spyr Poul um treytir til útlendsk flogfeløg

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, setir Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, skrivligan fyrispurning § 52a, um útlendsk flogfeløg, sum fara at flúgva til og úr Føroyum 

Nú skal Poul Michelsen, landsstýrismaður greiða løgtinginum frá, hvørjar treytirnar eru, sum landsstýrið hevur sett útlendsku flogfeløgunum, sum í nýggja árinum eftir ætlan fara at flúgva til og úr Føroyum.

Landsstýrismaðurin skal eisini greiða frá, hvørjar vónir hann hevur um, at treytirnar fara at verða hildnar, og hvørjar avleiðingarnar verða um treytirnar ikki verða fylgdar.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður m.a., at tað fyri kortum frættist, at útlendsk flogfeløg hava søkt um loyvi at flúgva til og úr Føroyum. Seinni hevur landsstýrismaðurin á økinum boðað frá, at landsstýrið hevur givið hesi loyvi undir ávísum treytum, sum skulu tryggja javna kapping millum føroyska flogfelagið og útlendsku feløgini.

Spurningurin er settur fyri at fáa greiðu á, hvørjar treytirnar eru, ið landsstýrið hevur sett, hvørt treytirnar eru bindandi - umframt at fáa greiðu á, hvørjar vónirnar hjá landsstýrismanninum eru fyri at treytirnar fara at verða hildnar, nú SAS hevur sagt upp avtaluna um Eurobonusskipanina, við Atlantic Airways.

Spurningarnir til landsstýrismannin eru soljóðandi:
1. Hvørjar treytir hevur landsstýrið sett útlendskum flogfeløgum viðvíkjandi bonusskipanum o.ø. til
        tess at fáa loyvi at flúgva í rutuflúgving til og úr Føroyum?
2. Roknar landsstýrismaðurin við, at útlendsku flogfeløgini fara at halda treytirnar landsstýrið 
        hevur sett?
3. Hvørjar verða avleiðingarnar, um ásettu treytirnar ikki fara at verða hildnar?
4. Hvørjar heimildir hevur landsstýrið at seta treytir við, tá loyvi verða givin útlendskum flogfeløgum
        at flúgva umvegis flogvøllin í Vágum?

Sambandsflokkurin