Bjørn Kalsø: Vit hava dugnalig listafólk

Út frá hesum meti eg ikki støðuna vera kritiska í løtuni, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, sum svar uppá kritikkin av væntandi stuðli til mentanina í Føroyum.


Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur gjørt viðmerkingar til kritikkin av mentanarpolitikkinum, við atliti til reflektiónina hjá Kinnu Poulsen, listaserfrøðingi um generellu støðuna hjá føroyskum listafólkum, og ikki minst hevur hon tikið til sín, kritiska tekstin hjá Randi Ward, um sama evni.


Kinna Poulsen, listafrøðingur, hevur skrivað áhugaverdan blogg um væntandi stuðul til listina:


Randi Ward hevur skrivað eina sera áhugaverda grein í online-tíðarritinum The Island Review um skerjingarnar av føroyska mentanarstuðlinum. Hon staðfestir millum annað, at tað er syrgiligt at síggja ta vantandi virðingina av føroyskari list og mentan, sum skerjingarnar umboða.


Eg bleiv nakað so ónatúrliga glað, tá eg las hesa greinina, at eg fór at undrast hví. Og nú veit eg hví tað kennist so fantastiskt at lesa eitt innlegg, har tað týðiliga sæst, at greinahøvundurin hevur stóra virðing og sympati í mun til listafólkini og teirra søk. Tað er tí eg í seinastuni havi upplivað ov nógv av tí øvugta. Sum heild hava net-viðmerkjarar og fjølmiðlar ikki sýnt serliga gott forstáilsi fyri listaboykottinum, sum meira hevur verið brúkt eins og eitt vápn móti listafólkunum….


Vit seta landsstýrismanninum viðkomandi spurningar viðvíkjandi kritikkinum, sum kunnu lesast inni í blaðnum.


----


Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.


Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……


oyggjat@olivant.fo


------


PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.


Tekna hald oyggjat@olivant.fo  og tú ert við