Bjarni Olsen farin
Bjarni Olsen
24. august 1954 til 22. juni 2017
Tað er sera hugstoytt at Bjarni ikki fekk longri tíð ímillum okkum.
Hann hevði so góðar og breiðar gávur, og kundi havt avrikað mangt av tí hann ætlaði. Eisini lærubøkur.
Lívsstarvið var í Tekniska Skúla. Hann var ein framúr lærari í Smiðjuni, bæði í handverki og ikki minni í tekning og øðrum. Hann var leiðandi lærari í mong ár. Eisini lá sera væl fyri at tekna keipumyndir, ella karikaturir, og alt møguligt. Longu sum lærlingur var hann ein av álitismonnunum á Spantuloftinum á Skipasmiðjuni. Hetta var tá vit bygdu skip frá kjøli í Føroyum.
Eina ferð teknaði hann meg í eini hugnaløtu í Havn. Eg fekk tekningina heim við, og vísti mammu hana. Hon kendi meg beinanvegin men segði: „At nakar kann tekna teg so misháttan“. Mamma og Bjarni vóru eisini fermenningar, um Vík, Mikines og Mortansstovu í Tórshavn.
Hann var sera áhugaður og vitugur í ætt, máli, tjóðskapi og mongum øðrum. Í fleiri ár arbeiddi hann við at fáa broytt læruna í metallfakunum til at fáa eina felags grundútbúgving sum „Ein føroyskur smiður“, sum lærir vítt um fakini, og so kundu næmingar fáa sergreinar omaná. Tað er farið spakuliga at virka.
Bjarni var sonur Esmar og Ebbu. Hann av Gørðum á Húsum og hon av Bø í Vík.
Tey fingu fimm synir. Kári, Bjarni, Torbjørn, Hans Pauli og Marius.
Kári og Bjarni fóru fyrst handverksleiðina og hinir eru væl kendir listamenn.
Havi onkuntíð sagt við listabrøðurnar, at Bjarni var kanska tann dugnaligasti innan list av beiggjunum, men hann brúkti gávurnar eina mest til at menna komandi smiðir.
Kanska er áhugavert at nevna at Mikinesmálarin var fermenningur teirra.
Tað kemur av, at tað í øldir hevur verið nógv samband og hjúnarløg í millum Haldarsvík og Mikines.
Her kann nevnast at mamma mín, sum tólv ára gomul, í 1927 var og ferðaðist hjá ommuni í Mikinesi. Tá komu Víkarfólk útferð við „motorinum“ Tordenskjold, sum Laurits í Mortansstovu, systkina barn hjá Hans Paula á Bø smíðaði. Tey komu at vitja ættarfólk har. Seinni varð dansur í dansistovuni, og Hans Pauli á Bø skipaði. Henda túr tosaði mamma ofta um.
Sigast kann eisini at handverks- og listagávurnar úr Kalsoy eru dyggar. Tað sigst at miklingurin, Andrassar Símun, gjørdi fyrsta forbrenningsmotor í heiminum fyri eini tríhundrað árum síðani. Av tí at bátur hansara sigldi uttan árar og segl, kundi einans vera talan um gand, og so varð uppfinningin hird í havið.
Bjarni dámdi so væl á Húsum at hann slapp at yvirtaka barnaheim Esmars, sum vælt var um við hegni. Hann stuðlaði eisini dyggiliga bygdarløgini har.
Bjarni og Guðrun gjørdust par á ungum árum, og fingu tvíburarnar Ragnar og Rúna.
Tey giftust inn til Olaf Lava, abba Guðrunar. Og tey hava klárað tað væl.
Guðrun hevur verið Bjarna ein góður stuðul, ikki minst í sjúkugongdini. Hann slapp, eftir egnum ynski, at vera heima til hann andaðist.
Bjarni var eisini ein góður vinur og abbi.
Sjálvt um mong sakna Bjarna, so er sjálvandi svárast hjá Guðrun, børnum og brøðrum.
Men góð minni eru nógv verd.
Takk Bjarni!
Hanus Vang
P.S. Myndina tók Palli á Dul 7. juni í 2013 í túninum hjá Pól Jákupi á Skarvanesi á TST-starvsfólkatúri. Jógvan Hammer hevur hjápt til við ættargreining.