BIRKILUND LETUR UPPAFTUR

Samkoma var á Birkilund nú seinnapartin, nú stovnurin
letur uppaftur. Stovnurin hevur langa søgu. Upprunaliga varð byrjað við eini
vøggustovu Yviri við Strond, sum Nancy Bjørklund tók stig til. Vøggustovan læt
upp fyri skjótt 50 árum síðan, tann 18. okt. 1965. Í 1972 fluttu tey í eini hús
á Lützenstrøð. Men í 1983 bleiv dreymurin hjá Nancy Bjørklund at fáa ein
barnagarð til veruleika - tá bleiv Vøggustovan og Barnagarðurin á Konmansmýru
tikin í nýtslu. Seinni skifti stovnurin navn til Birkilund.



Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá
nýggjaru søguni á samkomuni í dag. Kommunan yvirtók eftir áheitan
sjálvsognarstovnin. Tað var í september 2011, at nevndin fyri
sjálvsognarstovnin heitti á býráðið um at yvirtaka stovnin uttan millumrokning.
Bygingurin hevði stóran umvælingartørv.




Í juni 2012 mælti mentamálanevndin í Tórshavnar
býráð einmælt kommununi at taka dagsstovnin Birkilund við Hoyvíksvegin niður.
Nógvar kanningar vórðu gjørdar. Tosað varð leingi um, annaðhvørt stovnurin
skuldi byggjast av nýggjum ella fáa eina høvuðsumvæling. Stovnurin er stórur og
varð bygdur tíðliga í áttatiárunum. Stovnurin hevði trupulleikar av lekum í
fleiri ár. Tað gjørdist tí neyðugt hjá kommununi at taka stig, sum livdu upp
til dagsins krøv í allar mátar, tað veri seg við tilfari, innrætting til tey
pædagogisku krøvini og útgerð annars, so sum hitaverki og luftskifti.




Tað var í mai í fjør, at arbeiðið at
høvuðsumvæla dagstovnin Birkilund varð boðið út. Arbeiðið varð boðið út til
tveir arbeiðstakarar og eitt tilboð kom inn, tað var frá Húsavarðatænastuni.
Allar veitingar eru við í tilboðnum, samstundis sum stovnurin verður umvældur
soleiðis, at atlit verða tikin til tey krøv, sum í dag verða sett til bjálving,
el, ventilatión osv. Nevnast kann, at arbeiðið hevur umfatað alla takkonstruktiónina,
nýggjar útveggir, nýggj vindeygu og úthurðar, útveggir og tak eru bjálvað
sambært dagsins krøvum, útveggurin í kjallaranum er bjálvaður uttan og
pussaður, allir skilaveggir eru klæddir við gipsi, gólvbelegningurin og allir
listar eru skiftir, umframt at stovnurin er málaður innan sum uttan.




Sanitet- og hitainnleggingin er betrað, nýtt
ventilatiónsannlegg er sett upp á ovaru hædd, CTS-stýring er sett upp og
lendisarbeiði er gjørt fram við bygninginum.






Yvirlit yvir arbeiðstakarar, sum hava gjørt
arbeiðið á Birkilund:




Høvuðsarbeiðstakari:

Húsavarðartænastan



Undirarbeiðstakarir:

P/F Maria Poulsen

(Sp/f) KLIMA.fo

Sp/F El-net

(Sp/f) Málarameistari Ransin N. Djurhuus

Sp/f Gólv v/Monrad Mouritsen

Sp/f David Nordendal

J & B Kyster sp/f

Sp/f Global Dry Ice Fo

P/F Nomatek



Tilkallaður Ráðgevi

Sp/f Spenn



Innbúgv

P/F Blika



Spælipláss

Sp/f Innspark (uttandura møblar og gummiasfalt o.a.)

Sjóndepilin (Plantukassar, plantur v.m.¸ ávegis
vegna summarferiu)


Tekniski Skúli (Pavillion, ávegis vegna summarferiu)



Kommunalt eftirlit:

Bárður Johannesen





- Hetta er ein stórur dagur, nú vit partvíst
taka stovnin í nýtslu aftur. Her hongur onkur snøkil eftir, men hetta er vala
arbeiði, sum her er gjørt. Eg fari at takka tykkum á Húsavarðartænastuni og
øllum undirveitarum tykkara fyri gott samstarv gjøgnum eitt ofta trupult
arbeiði, og takk fyri eitt framúrskarandi úrslit. Eg fari samstundis at ynskja
tykkum á stovninum hjartaliga tillukku og bestu eydnu í framtíðini, segði Heðin
Mortensen, borgarstjóri, at enda.