Biogassverkið FÖRKA fingið heiðurin sum Vinnuátakið 2019

Á ársins Vinnudegi, sum var hildin í Norðurlandahúsinum herfyri, varð ársins Vinnuátak kosið. Heiðurin í ár fekk biogassverkið FÖRKA, sum Bakkafrost eigur.
 
Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði – við serligum atliti til bæði búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
 
Dómsnevnd, sett av Føroya Arbeiðsgevarafelagi, kjósar ársins Vinnuátak. Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt at velja millum, hava allir limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fingið møguleika at skjóta upp átøk, sum hava uppiborðið heiðurin. Tað er tó dómsnevndin, sum einsamøll hevur gjørt av, hvat átak hevur uppiborðið heiðurin sum Vinnuátakið 2019. Grundgevingin hjá dómsnevndini, sum varð lisin upp á vinnudegnum fyrr í dag sæst her.