Binding fyrr og nú

Mikukvøldið 17. februar er Noomi í Dali á Sunda Bókasavni, har hon fer at greiða frá um sniðgeving, nøgdsemi og nyttu. Er binding verd at varðveita í nútímans samfelagnum, og hví?


Við støði í kanningum um binding frá 1900 - 2010 verður hugt eftir, hvønn týdning binding hevur havt í Føroyum, og hvørjar broytingar eru farnar fram. Eisini verður komið inn á bindingarmynstrum, og hvussu tey kunnu skapast og umskapast.


Tiltakið byrjar klokkan 19.00.