Bilurin, ið hvarv

Úr arkivinum um Pidda: Í samband við Pidda-gøluna, vóru tað fleiri viðurskiftir, sum virkaðu sera løgin fyri fleiri, sum eygleiddu støðuna. M.a. bilurin, sum fór á sjógv á Bakkafrost, og hvarv aftaná.

Grein í Oyggjatíðindum, 19. desember 2014:

Tað var ein rumeni, ið átti bilin, sum kroatin, Milan Kolovrat, ið seinni bleiv dømdur 14 ára fongsul, hevði arbeitt uppá, sum fór á sjógv.

Hetta hendi leygardagin, 5. november 2011.

Milan hevði morgunvaktina á Bakkafrost, og plagdi altíð at møta tíðliga, at stempla inn, men ikki hendan morgunin, sigur kelda okkara.

Keldan heldur, at Kroatin helst er á veg til arbeiðis, men sær, at nógv fólk og blinkandi ljós eru á Bakkafrost, og heldur seg tí aftur, og kemur nógv seinkaður til arbeiðis.

- Tað undrar, at bilurin er endaður á sjónum, sigur okkara kelda, og metir, at tað átti ikki at borið til, at bilurin fór rullandi á sjógv av sær sjálvum, men at sannlíkt var, at onkur hevði hjálpt væl til.

Tað var hendan sama leygarmorgunin, at kroatin smellur niður inni á Bakkafrost, og endar á Landssjúkrahúsinum, har hann seinni um dagin verður skuldsettur og eftir hetta, fongslaður.
Seinni um dagin koma politistar inn á Bakkafrost; bilurin var tikin uppaftur, og burturbeindur, men hendan bilin sá ongin nakað aftur til.

Okkara kelda undrast yvir, at so lítil áhugi var vístur hesum bilinum, og ivast ikki í, at roynt var at fjala møgulig prógv við at goyma bilin burtur, men eisini undrast okkara kelda um onnur viðurskiftir.

Keldan vísir í hesum sambandi á, at kroatin verður varðhaldsfongslaður í bert 14 dagar. Seinni verður hann varðhaldsfongslaður uppá sokallaði teknisk prógv, sum ákæruvaldið bíðar eftir skulu koma úr Danmark..

Hesi prógv koma tó ongantíð, og keldan veit eisini at siga, at tann so kenda pútan, sum fleiri ferðir verður brúkt, sum grundgeving til at varðhaldsfongsla kroatan, endaði við bara at vera skitin, og at talan ongantíð hevði verið um, at blóð var á pútini. Tað var sostatt uppfunnið.

Hetta vísir bara hvussu lítið løgreglan hevði at arbeiða við í samband við kroatan.
- Eg skilji ikki, at løgreglan ikki hevði áhuga í at avhoyra tey, sum arbeiddu á náttarvaktini á Bakkafrost.

Og so nevnir keldan stempulmaskinuna, sum tað bar til at seta til ávísa inn og útstempling.
Hesa einu vikuna var inn- og útstemplingin hjá Kroatanum uppá klokkutíðina. Tað var inn- og útstemplingin annars ongantíð. Hann stemplaði altíð inn langt áðrenn tíð, og langt aftaná at vaktin var liðug.

Keldan undrast yvir hetta frávik, og heldur, at tað átti at verið kannað betur. Hann staðfestir, at hetta tó ongantíð varð kannað, og tí heldur ikki gav nakra meining fyri starvsfólkini.

Men hesin leygardagurin var í mangar mátar løgin, tí hendan sama leygarmorgun hevði kvinna sæð Pidda til gongu, sum hon eisini hevði gingið í skúla saman við.

Piddi hevði fingið skaða í beinið, og haltaði á øðrum beininum, men løgreglan grundgav, at tað kundi vera ein annar persónur, sum hevði sama gongulag, sum Piddi, men hendan kvinnan stóð fast við sítt, og mintist væl júst hetta, tí hon sama dag skuldi norður til Klaksvíkar at hjálpa til við svimjikapping.

Okkara kelda, sigur, at hon eisini helt seg hava sæð Pidda, men broytti støðu, tí hann fór at ivast, tí hann kundi hava kent skeift við persónin, sum hevði sama gongulag, sum Piddi.

Men mánadagin 7. november, verður kroatin eygleiddur í leigubili frá 62 Norður, og avdúkingin hjá Emil Sólsker, tekur skap. 

Løgreglan liggur inni við øllum upplýsingum, men okkara kelda er eisini av teirri fatan, at løgreglan hevur ongan áhuga í nøkrum, sum kann kasta ljós yvir hetta mál.

Men leygardagin 5. november 2011, tekur Pidda-gølan áhugaverda vend: Bilurin fór á sjógv, og hvarv.