Bíligari gjøgnum undirsjóvartunnlar

Skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í strandfaramálum, Jóhan Dahl, viðvíkjandi løgtingssamtyktini um at javnseta ferðaseðlaprísirnar, har firðir og sund skilja.


Løgtingið samtykti í vár, tann 9. mars, við 32 atkvøðum fyri og ongari ímóti at heita á landsstýrið um at koma við eini frágreiðing um, hvussu ferðaseðlakostnaðurin kann javnsetast á samferðsluøkjum í Føroyum, har firðir og sund skilja.


Grundgevingin var at hóast vit øll búgva í sama landi og rinda sama landsskatt, so er samferðslutænastan í ymsu økjunum í landinum ógvuliga ymisk bæði í tænastustøði og í kostnaði. Og tað er ikki nøktandi sambært tingsins niðurstøðu í vár.


Framvegis eru 15% av landsins íbúgvum uttan fast samband við samanbundnu Føroyar. Tað er eisini í hesum økjum at størsta fráflytingin er frá økjunum.


Ítøkiliga er tað fyri familjuna úr Suðuroy, Sandoy, Nólsoy, Kalsoy, Skúvoy, Dímun, Svínoy, Fugloy, Hestoy og Mykinesi munandi dýrari at flyta familjuna við bili til meginøkið og aftur, enn tað er fyri tey, sum ferðast høgligu leiðina gjøgnum tunlar og undirsjóvartunlar.


Øllum kunnugt eru nógv flestu almennu tænasturnar í meginøkinum antin í Havnini ella grannalagi hennara. Við øðrum orðum skulu flestu teirra, sum búgva á leysu oyggjunum, til meginøkið javnan, antin í arbeiðsørindum, frítíðarørindum, ella tí tey søkja eina almenna tænastu, sum einans finst í meginøkinum.


Samstundis P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin hava boðað frá, at kostnaðurin at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar er lækkaður, boðar landsstýrismaðurin, sum varðar av Strandfaraskipum Landsins, gjøgnum Fíggjarlógaruppskotið fyri 2013 aftur frá at ferðaseðlarnir hjá Strandsfaraskipum Landsins møguliga fara at hækka. Ein fráboðan sum gongur beint ímóti samtykt tingsins í vár.


Fyri at fáa greiðu á um landsstýrismaðurin ætlar sær at virða einmæltu samtyktina á Tingi, vera hesir spurningar settir.


1) Virðir landsstýrismaðurin samtykt tingsins frá 9. mars í ár?


2) Hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið til tess at fremja samtyktina í verki?


3) Nær kunnu Føroyingar rokna við at ferðaseðlakostnaðurin verður javnsettur, har firðir og sund skilja?


4) Landsstýrismaðurin verður biðin um at hjáleggja eitt fullfíggjað yvirlit við kostnaðinum fyri 5 fólka familjuna (2 vaksin, 3 børn) ferðandi úr heimbygdini til Havnar, og aftur.


Virðiliga


Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður