Bílig leiguavtala

Perlur: 1.033.18 um mánaðin í leigu fyri hølir og tól fyri hvønn yvirlækna. Oyggjatíðindi 4. januar 2006.


Í oktober mánaða 2005 bóðu vit um innlit í avtalurnar hjá ser- og yvirlæknunum á Landssjúkrahúsinum. Hetta innlit hava vit loksins fingið.** Vit hava spurt Almanna og Heilsumálaráðið, hvussu nógv ser- og yvirlæknar betala í leigu fyri at brúka tól og hølir at privatpraktisera á Landssjúkrahusinum.


Svarið er, at fram til oktober 2004 vóru goldnar tilsamans 102.285,50 kr., og fyri alt árið varð goldið 111.584,18 í leigu fyri tól og hølir.


Upplýst verður eisini, at sum er hava 9 Ser-læknar gjørt skrivliga avtalu um privata praksis á Landssjúkrahúsinum.


Sostatt betala hesir 9 serlæknarnir í part kr.12.398.24 árliga í leigu av tólum og hølum.Tað vil siga, at hvør serlækni sær betalir eina leigu fyri hølir og tól uppá kr. 1.033.18 um mánaðin, summá sigast at vera discount-tilboð av teimum heilt stóru.


Men so verður samstundis víst á sáttmálan frá 1999:


- Her sæst, at tað sum so ikki eru sjálv hølini sum verða leigaði, men at Yvirlæknin fær ávíst eitt til endamálið egnað høli at hava privatpraksis í.


Um talan er um sama høli sum vanliga serlæknaavtalan hjá sjúkrahúsinum fer fram í, skal privatviðtalan fara fram onnur tíðarbil enn tann almenna sjúkrahústænastan.


Hetta vil í flestu førum siga eftir kl. 15.00, upplýsir Tummas í Garði, læknastjóri, m.a. í svari til blaðið...


»Her rulla privatar milliónir«, var yvirskrivt í Oyggjatíðindum 26. oktober 2005.


Hetta var ein roynd at lýsa støðuna hjá yvir- og serlæknum í føroyska sjúkrahúsverkinum, sum hava loyvi at privatpraktisera inni í almennu skipanini.


Blaðið hevur fingið innlit gjøgnum Almanna- Heilsumálaráðið. Uppá fyrispur-ning um hvussu gomul avtalan er, verður sagt, at talan er um 8 einstakar avtalur, sum eru ymisksar til aldurs, og eru ikki dagliga dagførdar, men allar taka støði í yvirlæknaavtalu frá 1999.


Vit hava fingið innlit í eina av avtalunum, sum táverandi læknastjórin, Anne Grete Mikkelsen, gjørdi við yvirlæknarnar. Har verður víst á, at yvirlæknarnir skulu føra roknskap fyri brúksvørur og medisin o.a., latið av Landssjúkrahúsinum, sum skal avroknast:


- Summir gera roknskap, men teir flestu gera tað ikki, og tað hevur fingið grannskoðara-átekning, stendur í avtaluni frá 26.09. 2001.


Ongi skjøl, sum blaðið hevur fingið innlit í, vísa nakran bata.


Sambært svarinum, so eru yvirlæknarnir eisini og arbeiða uttanlanda, meðan teir eru í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum.


Skipini hava hentleikaflagg. Á Landssjúkrahúsinum hava tey hentleikasvar.