Vísandi til Halgidagslógina § 1
og Umhvørvisverndarlógina § 1, heitir Felagið Heimafriður nú á avvarðandi
kommunur um at tryggja borgararum sínum heimafrið á jólum.
Tíðindaskriv 20. desember 2018
brævi til Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Fuglafjarðar- og Tvøroyar
kommunu, heitir nýtstovnaða felagið Heimafriður á kommunurnar um at tryggja
borgararum sínum jólafrið.
Sum
vanligt móti jólum eru skip á veg í havn í Føroyum. Felagið er vitandi um, at
fleiri skip, sum larma illa og sum áður hevur verið klagað um, eru á veg inn í
føroyskar havnir.
Hetta
merkir, at nógv fólk ikki fáa heimafrið á jólum. Summi eru so sperd av
ganginum, at tey noyðast at flýggja úr egnum heimi, so leingi skipini liggja
inni.
Felagið
heitir staðiliga á kommunurnar sum varða av havnum, har larmandi skip liggja,
um at finna loysnir, sum tryggja borgaranum frið.
Vegna
felagið Heimafrið
Halgidagslógin: https://logir.fo/Anordning/441-af-21-11-1923-hvorved-Lov-nr-353-af-7-August-1922-om-den
Umhvørvisverndarlógin: https://logir.fo/Logtingslog/134-fra-29-10-1988-um-umhvorvisvernd-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-128-fra-22