Bíðilistar og nýtsla av skannarum á Landssjúkrahúsinum

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um bíðilistar og nýtslu av MR/CT-skannarum á Landssjúkrahúsinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.    Hvussu stórur er bíðilistin og longi skulu fólk bíða eftir at sleppa í MR/CT-skannara á
       Landssjúkrahúsinum?
2.    Hvussu ofta verður MR/CT-skannari nýttur um vikuna?
3.    Hvør er orsøkin, um MR/CT-skannari ikki verður fult gagnnýttur og bíðitíðirnar minkaðar?
4.    Hvat krevst fyri, at ein skannari verður brúktur optimalt?
5.    Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan um at stytta bíðitíðirnar og arbeiða fram ímóti, at
       føroyingar kunnu fáa somu møguleikar sum í Danmark viðvíkjandi viðgerðartrygd? 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað eru nógvir føroyingar, sum tekna sær privatar sjúkratryggingar fyri at tryggja sær, at um ein gerst sjúkur og kemur at standa á einum bíðilista í Føroyum, so sleppa tey alternativt sum skjótast til útgreining og viðgerð á sjúkrahús uttanlands.

Fyri ikki at taka partvísa grundarlagið undan okkara egna sjúkrahúsverki, er neyðugt, at starvsfólkini innan sjúkrahúsverkið fáa neyðugar resursir til at stytta um bíðilistarnar. 

Tað kostar nevnliga nógv fyri samfelagið, um fólk ganga óneyðuga leingi við heilsuligum trupulleikum, antin kropsliga ella sálarliga.

Nøkur av tólunum í sjúkrahúsverkinum, sum hava serliga stóran týdning fyri útgreining og diagnosu eru skannarar. Hesi tól verða brúkt hjá nógvum at fáa staðfest orsøkirnar til eina sjúku.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at hann vil við hesum spurningi seta sjóneykuna á, um vit hava sett nokk av resursum til, at vit brúka okkara skannarar optimalt og hvat skal til fyri at stytta um bíðilistan fyri at sleppa í skannara.

Sambandsflokkurin