Betri samskipan av lands- og kommunubúskapinum

Búskaparráðið leggur hervið fram sína frágreiðing á heysti 2016. Umframt konjunkturmeting snýr frágreiðingin seg eisini um raðfestingar gjørdar í arbeiði Búskaparráðsins, og um greiningar av kommunala búskapinum og um fíggjarstýring kommunanna.

Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum 1. september 2016

Stórur vøkstur í búskapinum
                              2014                 2015                2016                    2017
Mettur vøkstur í 
BTÚ í ársins prísum:
                              5,8%                  6,2%                8,5%                   4,1%

Vøksturin stavar frá: Útlendskum        Gott 60%           Knapt 60%           Innlendis
                             eftirspurningi      innlendis           innlendis             eftirspurningi
                                                     eftirspurningi     eftirspurningi
                      
Búskaparligu indikatorarnar í seinastuni benda á ein týðuligan hákonjunktur við lágum
arbeiðsloysi, nettotilflyting og búskaparvøkstri. Undir hesum umstøðum átti almenni roknskapurin, tvs. roknskapurin fyri land og kommunur samanlagt, at víst eitt stórt yvirskot.

Stórt alment hall og stórar almennar íløgur
Sambært játtanini vaksa útreiðslurnar hjá kommununum munandi meira enn útreiðslur landsins í
2016. Hetta hóast sæð verður burtur frá útreiðslunum til eldrarøktina. Í sambandi við at
kommunurnar yvirtøku eldrarøktina í 2015, er staðfestur ein vøkstur í útreiðslunum til
eldrarøktarøkið á 8 prosent.

Útlit eru til stóran vøkstur í almennum íløgum og í kommunalari nýtslu. Uttan inntriv fer hesin vøkstur væntandi at bera við sær ein konjunkturviðgangandi politikk, sum kemur at økja um sveiggini í búskapargongdini framyvir.

Ósamsvar millum játtan og roknskap hjá kommununum
Í tíðarskeiðinum 2012-2015 var árliga játtanin í kommunalu roknskapunum ímillum 11-14% hægri
enn staðfesta nýtslan. Frávikini millum játtan og roknskap eru stór, tá tað snýr seg um økini
undirvísing, mentan vm., teknisk mál og kommunal virki.

Hetta kundi týtt upp á at ríkiligt hevur verið til av peningi at arbeiða við og/ella at tað eru inntøkurnar, sum avgera støddina á útreiðslunum.

Manglandi samskipan í almenna búskapinum
Landbúskapurin verður stýrdur við játtanarkarmum (útreiðsluloftum), tó uttan nøktandi reglur um avleiðingar, tá farið verður út um játtanarkarmin. Við útlegging av eldrarøktini til kommunurnar vórðu stórar upphæddir fluttar frá landsins fíggjarstýring við játtanarkarmum (útreiðsluloftum), og til kommunala fíggjarstýring uttan játtanarkarmar ella útreiðsluloft.
Hetta átti at givið landspolitikarunum høvi til at broyta lóggávuna soleiðis, at umframt kommunal útreiðsluloft (játtarnarkarmar) og hámarks og lágmarks kommunuskattaprosent fyri hvørja kommunu, verða ásettar reglur um kommunalar kassabindingar, og reglur fyri staðseting av árligum kommunalum roknskaparavlopum.

http://setur.fo/buskaparradid/fragreidingar/