6A í Hoyvíkar skúla vann fiskikappingina millum teir 11 kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu í kappingini “Ein dagur á floti”.
Hugnalig móttøka var í Hoyvíkar skúla fríggjamorgunin áðrenn rennitiltakið. Allir næmingarnir møttu saman við lærarunum, har varð sungið og spælt, og sjálvur borgarstjórin Heðin Mortensen var komin at handa ognarsteyp.
- “Ein dagur á floti” er ein fiskitúrur við slppini Westward Ho, ið er ætlaður næmingum í 6. flokki í fólkaskúlanum í Tórshavnar kommunu. Endamálið við túrinum er, at næmingarnir í hesum aldursbólki fáa samband við sjógvin og at royna seg á sluppdekki, og á tann hátt fáa eina fatan av siglingarsøguni og møguleika sleppa á flot. Foreldur kunnu koma við saman við næmingunum, og tað eru fleiri, sum hava verið við í ár, greiddi borgarstjórin Heðin Mortensen frá.
Túrurin er eisini skipaður sum ein fiskikapping millum flokkarnar, sum hava verið túrin “Ein dagur á floti”. Tann flokkurin sum fiskar mest, - hevur fingið flest fiskar -, fær eitt steyp til ognar.
Umframt, at túrurin við sluppini er ein uppliving í sjálvum sær, verður dentur lagdur á, at næmingarnir royna ymsan fiskireiðskap, kenna vanligu fiskasløgini, kanna fisk, kryvja, avhøvda og greipa.
- Næmingarnir fáa fongin við. Summir flokkar hava valt at taka fiskin við í skúlan og gera onkran leskiligan rætt burtur úr fiskinum, meðan aðrir hava tikið hann við heim. Onkur hevur greipað fiskin og hongt hann upp at ræsa, onkur hevur gjørt frikadellur, knettir og annað gott.
- Í ár hava næmingar úr øllum 11 kommunalu fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu verið fiskitúrin við Westward Ho, og tað er at fegnast um. Hetta er triðja árið, at fiskitúrurin er skipaður sum ein kapping, og vinnarin í ár gjørdist 6.a í Hoyvíkar skúla.
Túrurin hjá teimum var 7. september, og lærarin, sum var við teimum er Vinnie Toftegaard, sum hevur 6.a í náttúru tøkni. - Næmingarnir í 6. a fingu 73 fiskar, so ikki kann sigast annað enn, at fongurin var góður.
- Tórshavnar kommuna takkar skúlunum, at teir hava tikið so væl undir við tiltakinum og vónar, at túrurin hevur gjørt sítt til, at onkrir næmingar verða sluppvinir og um nøkur ár verða við sluppini sum manning, tá 6. flokkar ella onnur fara túrar við sluppini.
Eisini takkaði borgarstjórin teimum, sum dagliga reka sluppina, og sum fleiri vóru møttir til hátíðarhaldið í Hoyvíkar skúla fríggjamorgunin.