Besta bridgeúrslit higartil i Íslandi

Føroyska bridgeliðið, sum var við í íslendsku landslutakappingini, fekk í ár besta úrslit nakrantíð.


16 bridgespælarar vóru á Akureyri og spældu við spælarum úr øllum valdømunum í Íslandi.


Føroyska liðið endaði á 6. plássi og er tað besta úrslit higartil. Føroyingar hava luttikið siðani 2006.


Næsta ár verður kappingin í Føroyum og væntandi koma einir 120 islendskir bridgespælarar til Føroya at spæla.