Best røkta bygd, varðagøta, neystapláss, ársins grøni stovnur og besta átak 2012

Umhvørvisátakið 2012.


Tíðindaskriv: Hetta er í stuttum yvirskriftin til afturvendandi átakið vit nevna Umhvørvisátakið, ið verður fyriskipað annað hvørt ár. Átakið var fyrstu ferð í 1997, tá undir navninum Best røkta bygd, og verður sostatt nú á sjeynda sinni. Endamálið við átakinum er at vekja áhuga og stimbra einum hugburði við ansi fyri náttúru, umhvørvi og mentanarvirðum. Átakið er skipað sum kapping har kommunur og íbúgvar hava møguleika at leggja orku í náttúru- og umhvørvisvernd og í nærumhvørvið sum heild.


Eins og undanfarin ár eru fleiri kappingargreinar á skránni, har kommunur og kommunalir stovnar kunnu luttaka. Í ár verða latnar tríggjar heiðurslønir í kappingini um Best røktu bygd, býi ella býlingi, og ein virðisløn verður latin til hvørja av hinum kappingargreinunum: Best røkta bygda- og /ella varðagøta, Best røkta neysta- og ella bátapláss, og Ársins grøni stovnur. Harafturat verður latin ein heiðursløn fyri Besta átak, ið ikki er skipað sum kapping, men átak, ið metingarnevndin velur sum serliga framskygt, og við nýhugsan og jaligari fyrimynd í mun til náttúru- og umhvørvisvernd og burðardygga menning í breiðum høpi.


Nýggja kappingargreinin í ár er Best røkta neysta- og/ella bátapláss. Fyrireikarnir meta, at hesin partur av búseting okkara, kanska við minni týdningi í dag enn áður, hevur virði, ið vit eiga at hava ans fyri og verja, og at tað tí eisini hevur almennan áhuga at varpa ljós á hesi serstøku øki við sjóvarmálan.


Bygda- og varðagøturnar eru týðandi partur av okkara bygdasøgu, og verða nógv brúktar til gongutúrar eisini hjá ferðafólki. Fyrireikarnir meta, at henda grein skal takast við aftur í ár, eisini fyri at varpa ljós á nýtslu, hald og fyriskipanir til hesar gomlu farleiðir millum bygda.


Ársins grøni stovnur er aftur kappingargrein, har serligur dentur verður lagdur á orkunýtslu, men eisini at stovnurin ger nakað munagott í sambandi við nýtslu av kemikalium, umframt skipanir fyri handfaring av ruski o.a.


Tilmeldingarskjøl eru send út til allar kommunur og fer metingarnevndin á vitjan í mai og juni at hyggja eftir og kanna tilmeldaðu økini og stovnarnar. Vinnarar verða avdúkaðir á almennari móttøku 14.juni 2012.


Tað eru Agenda 21 Stovan, VisitFaroeIslands, Umhvørvisstovan, Føroya Náttúruverndarfelag, og Føroya Fornminnissavn, ið skipa fyri Umhvørvisátakinum.