Burtursæð frá fólkaflokkinum - ið bert vil seg sjálvan - so eru allir hinir flokkarnir - meira ella minni - við upp á at slóa fyri einum felags máli, soleiðis at land og fólk innan fá ár skulu kunnu klára seg sjálvi í einum sjálvberandi og solidariskum samfelagi við størst møguligum javna, og hvar vit eisini - sum eina sjálvfylgju - eftir førimuni - bera byrðar hvør hjá øðrum.
Teir ymiskleikar, ið kunnu gera seg galdandi flokkanna millum, kunnu í tøttum samstarvi gerast gevandi fyri endaúrslitið, og eiga tí - sum útgangsstøði - at vera mettir positivir heldur enn negativir.
Komin á mál, kann fólkið við fólkaatkvøðu seta kósina: framhaldandi sambandsríki, fullveldi ella okkurt heilt triðja.
Við ynski um eitt gott val og blíða framtíð við Guðs ríku signing fyri land og fólk.
Dagfinnur Danbjørg