Berjast fyri at nokta innlit

Gamlar Perlur: Tað, sum er so óvanligt fyri Pidda-gøluna er, at fleiri enn bara teir partarnir, sum beinleiðis hava verið við til at felt Milan Kolovrat, hava víst stóran áhuga í, at sannleikin skal ikki koma fram í hesum málinum.

Grein úr Oyggjatíðindum, fríggjadagin 20. mars 2013:

Oyggjatíðindi hevur fyrr avdúkað, at Psykiatriski Depilin, hevur gjørt eina mentalkanning av kroatanum. Hóast slík kanning bert skal lýsa hvørt ein persónur er egnaður at fara í fongsul ella ikki, so fór hendan føroyska kanningin nógv longri.

Hendan mentalkanningin vísti, at Milan Kolovrat, hevði ringt við at halda seg til sannleikan, men at hann annars var egnaður til eina fongsulsrevsing.

Tað, sum vit nú aftaná kunnu undrast yvir er, at Høgni Djurhuus, journalistur hjá útvarpinum, fær tað burturúr rættarsakini, at mentalkanningin á Landssjúkrahúsinum vísir, at kroatin er egnaður til fongsul, og so leggur hann aftrat, at kanningin hjá Retslægerådet stiðar hesi niðurstøðuni.

Tað var løgið, tí frágreiðingin hjá Retslægerådet, var hildin loynilig í rættinum og fyri nevningunum, sum heldur ikki sluppu at síggja ella at hoyra hvat Rættarlæknaráðið í Danmark helt um Milan Kolovrat.

Í dag vita vit, at Retslægerådet avgjørt ikki viðmælti, at kroatin bleiv fongslaður, men at hann – um hann bleiv dømdur, átti at fáa ein viðgerðardóm.

Men hetta slapp ikki fram undir rættarfundinum, og spurningurin er so, hvør hevði biðið kringvarpsjournalistin bera tíðindini um, at Retslægerådet tók undir við niðurstøðuni í mentalkanningini á Landssjúkrahúsinum, sum beinleiðis var fals?

Hetta kann í dag prógvast!

Men nú Dátueftirlitið  hevur givið leyst, og hevur sambært persónsupplýsingarlógini, loyvt innlit í mastrarplaseringar av fartelefonum, telefonsamskifti, sms-samskifti o.l. hjá Milan Kolovrat, sum hevur givið Jóannes í Dali, fulltrú, so eru báðar telefyritøkurnar í verjustøðu.!!???

Báðar hava noktað at útflýggja nevndu upplýsingar, og tað virkar sum tær royna at verja seg sjálvar, tí noktilsi fyri innliti er ikki sakliga grundað. Telefyritøkan, Vodafone er av Dátueftirlitinum biðið um at viðgera umsóknina av nýggjum, og vísir til avgerðina um, at Eftirlitið hevur loyvt innlitinum.

Knappliga brúkar Vodafone ósakligar grundgevingar um, at tey ikki kunnu útflýggja upplýsingar í samband við loynilig telefonnummur, og skal hava átta tímar at leita tilfar fram, og tað kostar kr. 1.500,00 um tíman.

Alt hetta er sjálvandi undanførslur fyri at sleppa undan at útflýggja upplýsingarnar, sum tey, sambært Dátueftirlitinum, verða noydd at lata innlit í, hvørt tey vilja tað ella ikki.

Í líknandi innlitsmálum í Danmark, er tað galdandi, at tað kostar 10 kr. fyri hvørja nýggja síðu, sum innlit fæst í, men at hetta ikki má kosta meira enn samanlagt kr. 200,00.

Hetta skal Brúkaraumboðið nú taka støðu til, skilst.

Bara tíðin kemur at vísa hvat upplýsingarnir innihalda, men okkurt stórt man talan vera um, tá báðar telefyritøkurnar velja felags front í móti innlitsbønini.

Fleiri avdúkingar í næstum.