Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði fríggjadagin 8. juni ársaðalfund, og Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, heldur fram sum formaður, og nevndin er óbroytt.
Nevndin er samd um, at fólkavøkstur er ein tann størsta avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum í komandi tíðum. Harumframt er týðandi at endurreisa botnfiskastovnarnar undir Føroyum og broytingin í skattaskipanini má sleppa at standa sína roynd.
Tá Bergur Poulsen legði frágreiðing nevndarinnar fram, nevndi hann m.a., at Føroyar við sínum avmarkaða tilfeingi hevur stórar avbjóðingar, sum mugu loysast. Hann fegnaðist um nýskipanina av skattaskipanini, sum var tiltrongd.
Limafyritøkur í Føroya Arbeiðsgevarafelag vísa í hesum sambandi á, at tað er lættari at fáa fólk til arbeiðis, og hugurin at átaka sær fleiri tímar er øktur. Bergur Poulsen vísti á, at tað er umráðandi, at nýskipanin fær loyvi at standa sína roynd, soleiðis at eisini langtíðar fyrimunirnir koma til sjóndar.
Víst varð á, at neyðugt er at fremja trivnað og fólkavøkstur. Búskaparavøkstur er lykilin til fólkavøkstur, men tørvur er eisini á eini hugburðsbroyting, soleiðis at ungdómurin sær Føroyar sum eitt natúrligt stað at búleikast og virka í. Hetta krevur, at vit m.a. betra møguleikarnar fyri at taka útbúgvingar í Føroyum.
Bergur Poulsen nevndi eisini vánaliga fiskiskapin undir Føroyum og makrelmálið (sí annars serstaka grein um hetta aðrastaðni á heimasíðuni).
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jón Danielsen og Høgni Hansen. Báðir vóru afturvaldir, og nevndin heldur sostatt fram óbroytt.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Bergi Poulsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni. Hinir nevndarlimirnir eru Kristoffur Laksá, Jón Danielsen, Magni Arge, Jóhanna á Bergi og Atli Gregersen.