Ber ikki til at vera í tveimum støðum í senn

Føroysku fólkatingsumboðini royna at flyta fokus um fráveru frá hoyringsfundi og koma við persónligum álopum

Fólkatingsumboðini royna nú at burturforklára fráveruna frá fundinum á Christiansborg um verjupolitikkin á Føroya-økinum, har hvørki av føroysku fólkatingsumboðunum vóru til staðar.

Hetta verður gjørt við at flyta fokus á mína fráveru frá løgtingsfundum.

Í útlandinum í politiskum arbeiðsørindum
Hvat viðvíkur mínari fráveru frá løgtingsfundum, so havi eg verið staddur uttanlands í politiskum arbeiðsørindum í longri og styttri tíðarskeið síðan tingsetan byrjaði á Ólavsøku.

Ferðirnar uttanlands  í politiskum arbeiðsørindum hava verið hesar og í hesari raðfylgju: 

Í Grønlandi vegna Útnorðurráðið
Á ráðstevnu í USA
Hildið framløgu um orku í Arctic Circle í Reykjavík 
Pallborðsfundur hjá MFS í Keypmannahavn um fiskivinnunýskipanina
Á Christiansborg um verjupolitikkin í Føroya-økinum

T.v.s. fimm uttanlandsferðir síðani tingsetan byrjaði. 

Uttanlandsferðir mínar eru gjørdar eftir umbøn og áheitan - og ikki tí, at eg sjálvur havi biðið um tær.

Tað vil altíð vera ein spurningur um raðfesting, hvussu ein umboðar flokkin og Løgtingið best møguligt. Í hesum føri havi eg, í samráð við flokkin, raðfest soleiðis sum eg havi gjørt.

Av tí, at tað ikki ber til at vera fleiri staðni í senn, hevur hetta sjálvsagt ávirka uppmøtingina í Løgtinginum. 

Eg havi tó altíð ansa eftir, at eingin atkvøðugreiðsla fer fram uttan, at mín leiklutur er avkláraður - antin við, at eg eri til staðar, havi clearað við onkran annan ella við at varafólk er á Tingi fyri meg.

Mítt løgtingsarbeiðið er sostatt væl og ábyrgdarfult røkt.

Royna at flyta fokus
Veruleikin er tó, at reaktiónirnar hjá Sjúrða Skaale og Tórbjørn Jacobsen, ikki er ein spurningur um uppmøting á Tingi. 

Hetta er einans ein roynd at flyta fokus.

Eingin hevur gjørt upp, hvussu ofta Sjúrður Skaale, Magni Arge ella Torbjørn Jacobsen hava verið burturstaddir frá fólkatingsfundum, og tað er heldur ikki tað mest ella alt avgerandi.

Fundurin á Christiansborg snúði seg um eitt av fáu felagsmálunum, ið Føroyar og Danmark hava saman - nevniliga verjupolitikkin.

Á fundinum kom fram, at við klimabroytingunum gerst havið norðan fyri Føroyar og Norra alsamt meira ísfrítt og hevur hetta við sær eina øking í bæði sivilu og hernaðarligu ferðsluni í økinum. Hetta merkir framtíðar búskaparligar møguleikar og samstundis hernaðarligar avbjóðingar. 

Í báðum førum eru Føroyar tað landið í kongaríkinum, ið kann rokna við at merkja størstu broytingarnar.

Tað var sostatt ikki ein fundur um t.d. Ukraina ella Sýria, men ein hoyringsfundur um framtíðar verjupolitikkin í Føroyum og Grønlandi. T.v.s ein sera viðkomandi fundur fyri Føroyar.

Væl møtt Uttanlandsnevnd
Júst tí, at hetta var so týdningarmikið mál fyri Føroyar og Grønland, vóru Uttanlandsnevndirnar og Fólkatingsumboðini í londunum báðum boðin við á hoyringsfundin. 

Føroyska Uttanlandsnevndin var nærum fullmannað og luttók aktivt á fundinum við spurningum og viðmerkingum.

Grønlendsku fólkatingsumboðini vóru eisini bæði til staðar og luttóku somuleiðis aktivt, meðan hvørki av føroysku fólkatingsumboðunum vóru á fundinum.

Tá hugsað verður um, at tað júst eru slík mál vit velja okkara umboð niður á Fólkatingið til, kundi tað ikki annað enn undra allar fundarluttakararnar, og eisini føroysku og grønlendsku umboðini, at stólarnir hjá báðum føroysku fólkatingsumboðunum stóðu tómir.

Magni Laksáfoss
løgtingsmaður og næstformaður í Sambandsflokkinum