Bátatreff / kappróður

Tíðindaskriv:


Vit í Róðrarfelagnum Sleipnir skipað fyri bátatreffi, við føroyskum kappróðri á Odense kanal 22. septembur 2012. Tey føroysku róðrarfeløgini Knørrur, Tvørábáturin, Neystið og FFAV Sóljan koma til Odense við teirra bátum og manningum.


Til bátatreffið 22 septembur verða 6 heat: Piger, Drenge, Oldgirls, Oldboys, Veteraner kvinder og Veteraner mænd. Dagurin byrjar kl 13.00 við talu frá umboð fyri Róðrarfelagið Sleipnir. Kl. 13.30 byrjar kappróðurin. Kl. ca. 17.00 verður medalju- og steypahandan.


Søla verður av ymiskum matið og drikkjuvørðum uttanfyri Odense Roklub, og lutaseðlasøla verður eisini.


Kl. 20.00 verður veitsla hildin í Odense Roklub fyri róðrarfólki, makum og øðrum áhugaðum. ”Sleipnir Band” spælur til felagssang og seinni fara vit at sláa ring til føroyskan dans.


Fyri uttan kappróðurin, sum gongur fyri seg í 6 mannaførðum, fara eitt ella tvey 10 mannafør at verða víst fram – og um áhugið er, kunnu tey eisini roynast.


Meir fást at vita á okkara facebook síðu http://www.facebook.com/groups/180764785376100/


Vinarliga


Nevndin