Bátafelagið hevur avgjørt at víðka um sítt virksemi við at lata upp eitt "Undirhús" har okkara eldru borgarar, kunnu koma saman til hugnaliga samveru. Móttøka verður í dag kl. 16.00.
Í 2011 gjørdi Bàtafelagið á Toftum avtalu vid Hanus Lómstein, um leigu av hølunum har Posta helt til, í kjallarahæddini hjá Pidda á Toftum, til felagshøli hjá Bátafelagnum.
Hettar eru gòð og stór hølir, so mikið rúmlig, at Bátafelagið hevur avgjørt at víðka um sítt virksemi við at lata upp eitt "Undirhús" har okkara eldru borgarar, kunnu koma saman til hugnaliga samveru.
Seinastu dagarnar hava fólk frá Bátafelagnum saman við øðrum umbygt og hugna um hølini, soleiðis at tey í dag fult út kunnu nýtast til hetta endamál.
Í hesum sambandi bjóðar Bátafelagið til móttøku:
Í "Undirhúsinum hjá Bátafelagnum á Toftum".
Leygardagin 28. januar 2012 frá kl. 16.00 til 18.00.
Kelda og myndir frá heimasíðuni hjá bátafelagnum, sum kann finnast við at trýsta á linkin niðanfyri:
http://www.batafelagid.dk/15501808