Barsilstíðin longd tvær vikur

Løgtingið hevur samtykt nakrar broytingar til løgtingslóg um barsilsskipan, sum koma í gildi 1. januar 2018. Høvuðsbroytingarnar eru, at foreldur fáa rætt til 2 vikur afturat við barsilspeningi, og at Barsilsskipanin verður eftirlønargevandi.

Longda farloyvið fáa foreldur, sum eru í barsilsfarloyvi 1. januar 2018 og seinni. Eisini tey foreldur, sum 1. januar 2018 ikki hava fingið síðsta útgjald úr Barsilsskipanini, fáa 2 vikur afturat sínum farloyvi, hóast teirra farloyvi endaði 1. desember 2017.

Soleiðis er barsilstíðin longd:
Vanliga barsilstíðin er longd frá 44 til 46 vikur eftir barnsburð.

Barsilstíðin hjá fleirburaforeldrum er longd frá 48 til 50 vikur eftir barnsburð.

Barsilstíðin hjá foreldrum at ov tíðliga føddum børnum er longd frá 52 til 54 vikur eftir barnsburð.

Barsilstíðin hjá ættleiðingarforeldrum er longd frá 48 til 50 vikur eftir móttøku av barninum.

Aðrar lógarbroytingar
Eftirlønargjald verður lagt aftur at øllum útgjøldum eftir 1. mars 2018.

Freistin at søkja um barsilspening er longd til 1 ár eftir barnsburð, galdandi fyri børn, sum eru fødd eftir 1. januar 2017.

Kravið um, at starvsfólk skal setast í staðin fyri lærling hjá tí almenna, tá ið hann fer í barsilsfarloyvi, er strikað.

Barsilsskipanin skal hava fráboðan um longt farloyvi
Foreldur, sum eru fevnd av lógarbroytingini, skulu biðja arbeiðsgevaran senda Barsilsskipanini teldubræv um, nær longda barsilsfarloyvið verður hildið, og hvør heldur tað. 

Foreldur, sum ikki hava arbeiðsgevara, skulu sjálvi senda Barsilsskipanini teldubræv við hesum upplýsingum.

Teldubrævið skal sendast til barsil@taks.fo.

Útgjaldið fyri tær báðar eyka vikurnar verður goldið í februar 2018.