Barnaróðurin aftur til fimmhundrað metrar

Tíðindaskriv:


Á nevndarfundi í Róðrarsambandi Føroya er samtikt, at uppskot verður lagt fram á aðalfundi í 2013, at teinurin hjá barnaróðri verður broyttur aftur til 500 m. Og hetta verður sett til at koma í gildi í 2013.


Hetta verður sett fram á aðalfundi, av tí at tað var breið semja á eftirmetingarfundi hjá Róðrarsambandi Føroya í septembur, at 1000 m er ov langt, mett var at hugurin hjá ungu rógvarunum verður verri, tí tað verður ov strævi at rógva so langt.


Við róðrarkvøðu


Nevndin hjá Róðrarsambandi Føroya.