Barnafamiljurnar og metstórt arbeiðsloysi

Landsfundur Miðfloksins 2011 varð hildin um vikuskiftið. Væl av fólki vóru møtt, gestarøðari í ár var svenski ríkisdagslimurin Roland Utbult, sum eisini er kendur gospeltónleikari.


Á fundinum vórðu Beinta Áargarð og Vinjard Johansen nývald í nevndina. Umframt hesi eru Mia av Kák Joensen, Sólfríð Heinesen, Jenis av Rana og Dánjal Mouritsarsson Joensen nevndarlimir- hesin seinasti umboðar UfM, ið er ung-mannafelag Miðfloksins.


Drúgt kjak var á fundinum um støðu samfelagsins, har semja var um, at mong, serliga barnafamiljurnar, hava strævið við at megna dagligu krøvini. Metstóra arbeiðsloysið, økta almenna skuldin og áralongu undirskotini á fíggjarlógini vórðu umrødd sum verandi ein beinleiðis hóttan móti vælferðini. Ítøkilig uppskot vórðu løgd fram til loysn av hesum trupulleikum, uppskot, sum Miðflokkurin vónandi fær høvið at taka við í komandi samgongusamráðingar.


Tosað varð um valskrá fyri løgtingsvalið, og fyribils valevnislisti varð gjørdur. Endaligi uppstillingarfundur Miðfloksins til løgtingsvalið verður í Klaksvík komandi týskvøld.


Miðfloksins vegna,


Mia av Kák Joensen, floksstjórnarleiðari


Jenis av Rana, floksformaður.