Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 24. oktober at seta ein
munnligan fyrispurning til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum um
niðurgjaldan av skuld
Løgtingsmaðurin
spyr fylgjandi:
1.
Hvussu nógv hevur
landsstýrið niðurgoldið av skuldini higartil í hesum valskeiðnum?
2.
Hví upptekur landið nýggj
lán, nú búskaparligt viðrák hevur verið í fleiri ár?
Viðmerkingar
Tá ið
fíggjarlógin varð framløgd og viðgjørd í løgtinginum bleiv fer eftir fer tosað
um hvussu nógv henda samgongan hevði bjálvað samfelagið til betri tíðir,
upplýst bleiv at allir kassar eru fullir, stórt yvirskot á
landskassaroknskapinum og at skuld var niðurgoldin.
Men í
búskaparfrágreiðingini frá fíggjarmálaráðnum verður upplýst, at onki er goldið
av skuldini hjá landinum higartil í hesum valskeiðnum og í
fíggjarlógaruppskotinum verður upplýst, at landið skal upptaka nýtt lán á 400
mió. fyri at endurfíggja skuldina.
Hóast nógv
reyp um stór yvirskot í hesum valskeiðnum má staðfestast, at pengar mangla í
kassanum og lán mugu upptakast í bestu búskapartíðum nakrantíð.
Sambandsflokkurin